Skip to main content

Og so grína vit býtt eina løtu...



Teldutala

Í føroysku miðlunum eru vit hvønn dag vælsignað við donskum politiskum frásøgnum. Ein starvsfelagi plagar hvønn morgun at spyrja: "Hoyrdi tú dagsins danskara í Útvarpinum?" Ikki kann eg siga annað, enn at nakað er um tað. Føroyar eru á øllum økjum, frá morgni til myrkurs, frá føðing til deyða, bundnar at Danmark, sum er hundrað ferðir størri og tí, halda summi, nógv meira vitborin enn vit. Eisini við krígsførslu í londum, sum infisera okkara miðlar og nú eisini mentapallar. Uttan filtur, sum vóru vit har. Fyrst var tað Trap Danmark, har vit blivu eitt flott eykabind, so kom Readers Digest til okkara sum Det Bedste, og so bókaklubbarnir, ið lótu upp heimin og góvu okkum heimsins bókmentir og Lademans Leksikon. So kom danska mannfólkablaðið Rapport, ið traðkaði onkran yvir tærnar, so tað bleiv bannað at selja í Føroyum. Avloysarin bleiv En Skør Skør Verden, sum var lógligt at selja, til tað hvarv eins og smáhandlarnir kring landið. Sum sæst á myndini omanfyri er nýggjasta vitborna vælsignilsið í almenna rúminum úr landinum, har ljósið og samhaldsfestið heilt vist er uppfunnið, at geva gávur, tá ráðharrar fara frá og nýggir taka við. Í dag var tað ein donsk megafon, ein battarídrivin rópari, sum vit kenna frá heimligum kappróðri. Longu fleiri ferðir havi eg sæð somu lallandi idiotisku atferð hjá føroyskum ráðharrum, sum fara frá. Teir geva næsta manni ella konu eina gávu, sum eftir sama lág-latrinera støði skal ímynda politiska skiftið og samstundis vera ein vitborin heilsan av maktsins tindum. Ein vesibust til dømis. Okkara fólkaræði, sum er av tí umboðandi slagnum í danska heimskrókinum, er helst tað frægasta vit eiga. Men frels okkum frá degraderandi tápuligheitum sum megafonum og vesibustum sum maktsymbol í almenna rúminum. Tey eru ov tætt við megintáttin í dagliga tíðindaflutninginum.