28.3.16

Rulla páskaregg

Hjá Beintu og Shane á Islands Brygge mála tey páskaregg í dag. Úr køksvindeyganum síggja vit tólv hartkókaði páskaregg við Minion, Ironman, Spiderman og fleiri litríkum films- og tekniseriufigurum á. Men at rulla páskaregg er í dag ein burturgloymdur siður í øllum okkara grannalondum, um hann nakrantíð var har, og stendur tí eftir sum ein serføroyskur siður, ið enn savnar tjóðina. Tað er neyvan galdandi í nøkrum øðrum landi í Heiminum. So langt burturi sum í Póllandi rulla tey tó eisini egg í hvørjari brekku á páskum, og týska páskaharan er ikki ókend í grannalandinum fyri norðan, Danmark. Her niðri, í USA og Avstralia við, sigur Shane, krógva tey málaðu eggini innan eitt avtalað øki á spæliplássinum. Og eina løtu seinni hevur Ramiro hjá Rakul og Boga funnið øll tólv eggini.


So verða eggini rullað og blakað eftir bønum og upp í loft, til tey detta sundur og fara í smildur. Hóast onnur eru í garðinum er eingin annar, ið rullar, blakar ella krógvar páskaregg. Tá liðugt er taka vit alt upp eftir okkum.


Tá vit ganga heima er Quick Fakta enn opið við Metrostøðina. Har hava tey ruddað dagsins pappeskjur. Tær eru eins litríkar og eggini.


Mitt á vegkrossinum varnist eg eitt lok við áskriftini HOFOR, sum er stytting fyri Hovedstadsområdets Forsyningsselskab, ið hevur herrópið Fremsynet forsyning. Teir fimm avmyndaðu stavirnir hofor fáa meg mest sum av sær sjálvum at tríva í reyða lærararpennin, og rætta áskriftina, tá eg traðki á lokið og avmyndi, meðan taksabilar strúka framvið. Einferð lærari, altíð lærari. Og nú annar páskadagur er rullaður út av eggini, eru kanska stundir at grunda yvir, hví vit halda páskir. Hvorfor?


Grafikkin gjørdi Jógvan. Takk fyri hesuferð!