Skip to main content

Spotlight í Boston og kannandi journalistikkur í Føroyum


Filmurin Spotlight, sum júst hevur vunnið Oscarvirðislønina sum besti filmur, varð sýndur í Filmsfelagnum mikukvøldið. Innan sýningina segði Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, hesi orð:

"Tað er gleðiligt at síggja, at so mong eru komin her í kvøld at hyggja eftir hesum filminum, sum júst hevur vunnið Oscar heiðurslønina fyri besta film. Filmurin snýr seg í stuttum um arbeiðið hjá einari redaktión á Boston Globe, sum í 2002 kundi avdúka umfatandi kynsligan ágang innan katólsku kirkjuna.

Eg fegnist um, at ein filmur, sum í høvuðsheitum snýr seg um kannandi journalistikk vinnur høvuðsheiðurslønina til Oscarútdeilingina, tí tað setur fokus á týdningin av kannandi, ella gravandi, journalistikki. At tit eru so mong sum hava valt at koma í biograf í kvøld, sigur mær, at áhugin fyri journalistikkinum eisini er til staðar í Føroyum. Tað er gleðiligt!

Tí journalistikkur hevur týdning. Gravandi journalistikkur er alneyðugur fyri at avdúka ivasom viðurskifti í samfelagnum. Men tað hóvar ikki altíð valdshavarunum, at vit ganga teimum ov nær.

Tað merkti Niels Winther, fyrsti veruligi føroyski journalisturin, tá hann í 1852 var dømdur 600 ríkisdalar fyri at ganga valdshavarunum ov nær. Hann hevði í eini grein víst á, at kongaligi einahandilin hevði snýtt ein fátækan kunda. Og man skal ansa eftir við orðinum snýt, tí hálvtannað hundrað ár seinni er sama galdandi. Nú fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin, Jørgen Niclasen, stevndi meg og tríggjar aðrar journalistar fyri ærumeiðing, tí vit við gravandi journalistikki hava víst á, at hann hevur snýtt í tolli. Dómurin í Landsrættinum í heyst staðfesti, at vit høvdu ført sannleikaprógv fyri hesum, men sannleikin er ikki altíð líka væl lýddur.

Vit eru ikki sett í verðina fyri at mála eina ljósareyða mynd av samfelagnum vit liva í. Tvørturímóti eru vit sett í verðina fyri at avdúka maktmisbrúk, at skapa gjøgnumskygni og at styrkja fólkaræðið. Tað gjørdu journalistarnir á Boston Globe. Eg havi sjálv búð í Boston í statinum Massachussets. Umleið helvtin av íbúgvunum eru katolikkar, flestu teirra av írskum uppruna. So eg kann ímynda mær, at redaktiónin á Boston Globe hevur verið undir ómetaliga stórum trýsti, tá tey arbeiddu við søguni um kynsligan ágang í katólsku kirkjuni.

Trýst frá valdshavarum er heldur ikki eitt ókent fyribrigdi her heima. Eg hevði ikki verið nógvar vikur í starvi sum tíðindaleiðari í Kringvarpinum, tá Hanus Hansen, reiðarin, ringdi til mín. Hann var sera ónøgdur við, at Jan Lamhauge í Degi og Viku vísti á gegnistrupulleikarnar hjá svogrinum, Jákupi Mikkelsen, sum tá var landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

Hann segði úttrykkiliga, at tá hann hevði trupulleikar við einum starvsfólki á gólvinum, so fjernaði hann tað - og tað sama vildi hann altso hava meg at gera við Jan Lamhauge.

Eg var ein ung kvinna. 32 ár, blondina, so hann hugsaði kanska, at eg fór at gera eftir hansara boðum. Tað gjørdi eg sjálvandi ikki. Síðani havi eg fingið hóttanir um fongsulsrevsing, neyðtøku og havi brúkt hálvtannað ár uppá rættarmálið móti Jørgen Niclasen.

Umframt hesar avbjóðingar er eisini internetið ein avbjóðing fyri journalistikkin. Internetið, sum annars hevur revolutionerað heimin. Hevur gjørt vitan atkomiliga fyri øll. Samstundis er internetið eisini er ein hóttan móti journalistikkinum. Journalistikkurin skal nú vera skjótur, klikksterkur og helst ókeypis. Tað gevur lýsingarkrónur. Men tað gevur bara ikki góðan, gravandi journalistikk.


Mín vón er, at Spotlight, bæði her heima og úti í verð, ger okkum tilvitað um týdningin av veruliga journalistikkinum. Journalistikkinum, sum krevur tíð og orku.

Og glottar eru at hóma. Fyri mítt egna viðkomandi fegnist eg um, at Kringvarpið hevur fingið tryggari fíggjarligt grundarlag, nú allir føroyingar gjalda fyri journalistikkin. Somuleiðis fegnist eg um, at ein miðlagrunnur er settur á stovn fyri fíggjarliga at tryggja privatu miðlarnar. Eg vóni, at hesin grunnur verður stórur og peningasterkur, so vit fáa fleiri redaktionel umhvørvi í landinum - og kanska eisini millum útisetar.

Eitt breitt og fjølbroytt miðlalandslag krevur almenna raðfesting. Tí tað eru ikki pengar í journalistikki. Og eg freistist til at siga, at tað helst ikki skulu vera alt ov nógvir pengar í journalistikki. Tá verður journalistikkurin stýrdur av einum kommersiellum logikki, av jagstranini eftir lesarum og hyggjarum, og týdningurin av journalistikkinum fer í bakgrundina.

Eg endi við orðunum hjá framleiðaranum, Blye Pagon Faust, tá hon tók ímóti Oscarheiðurslønini:

“We would not be here today without the heroic efforts of our reporters. Not only to they effect global change, but they absolutely show us the necessity for investigative journalism.”"

Næsta sýning í Filmsfelagnum verður Brooklyn, sum verður sýndur í Havnar Bio mikukvøldið 15. mars kl 20:00