Skip to main content

Teitur syngur fyri sýriskum børnum


Í annaðkvøld fer Teitur at syngja ókeypis á veitingarstaðnum Warpigs, Flæsketorvet 25, í Kjøtbýnum við Halmtorvet í Keypmannahavn. Tiltakið er til frama fyri sýrisk børn í flóttafólkalegum í Libanon.


Kenda danska ølgerðin Mikkeler, sum hevur bryggjað øl til ræst kjøt í Koks, hevur saman við amerikansku 3Floyds gjørt veitingarstaðin Warpigs í Kjøtbýnum, har Teitur fer at syngja. - Fyri Koks fara vit í næstu viku at bryggja úr rabarbum saman við Mikkeler, sigur fryntligi høvuðsbryggjarin Kyle Wolak úr Indiana í USA.


Her er ølgerð lyft upp á eitt støði, sum neyvan nakar hevur sæð fyrr. - Stílurin í matstovuni er Texas barbeque, og í barrini eru altíð 22 sløg av feskum bryggi úr tangunum, sum síggjast fyri endanum í ídnaðarhøllini, ið sameinir danska mat- og bjórlist og amerikanska lívsnjótan av slow slagnum, sigur svenski barrvørurin og peikar á bestu ølina í dag, Ol' Pappy Lazurite.


Nú stendur bjórin HELP ovast á nýbryggjaðu ølskránni. Tí skriva tey í kvøld úr Warpigs:
HELP us HELP! Friday 18th of March at 19:30 at Warpigs. All profits of Mikkeller’s ’HELP’ beer will go to The Danish Refugee Counsel and the organizations work with Syrian refugee children in Lebanon.
Afturvið fer Teitur at syngja, púra ókeypis. Bara ølin HELP kostar. Hon verður sett til sølu í morgin á øllum veitingarstøðum, ið selja kenda og nógv umbidna merkið Mikkeler. Eisini á vitjunarverda staðnum í Kjøtbýnum, sum Gaffa skrivar um í kvøld.