20.3.16

Várjavndøgur


Í dag er Pálmasunnudagur og Dymbildagavikan byrjar. Í garðinum hjá Jógvani á Amager síggjast várblómur. Viólblái føstuliturin er sjónligastur, men hin páskaguli blómuliturin og grøna grasið vinna fram í karga veðurlagnum, nú ljósið fer at vinna á myrkrinum. Heimligi álmanakkin hjá Nema, sum eisini røkkur her niður, boðar frá várjavndegi, og spanska orðabókin hjá Sprotanum sigur, at dagurin í dag eitur nakað so floygt sum equinocio de primavera. Suðurlendsku litirnir í grannalagnum halda seg ikki aftur at fevna várinum. Fyrra myndina er av Brigadevej og seinna av Sverrigsgade.


Á Telemarkshorninum stendur ein flytibilur við einum frámerki, ið minnir meg um ein príslista hjá einum handili, sum eg langt síðani hevði gloymt. Men Daells er enn frammi og koyrir innbúgv til hvørja hurð.


Eitt hanagleiv burturi, á Islands Brygge, eru Beinta og Shane flutt í nýggja íbúð við veldigum garði og besta sólargangi. Vit fara at møtast um páskirnar.


Har á bryggjuni merkist at várið er komið. Fyri at binda um heilan fingur hava tey, ið svimja á sjónum alt árið, havsvimjarar, sum vit siga og vetrarsvimjarar, sum tey her siga, installerað hitastovur í flytivognar, ið standa á bryggjukantinum dygst við Langebro og roykibarrina Haraldsborg hjá Linse Lohan. Hjartastartarin er klárur.


Ein svanur ger sær reiður við svimjihylin hjá havsvimjarunum.


Í lágu pálmasólini sigla løgnir prámar og deksbátar framvið. Ein tvíkilja við harmonikutónleiki og veitslu umborð, og ein skúta við einum hjalli á sleip, fara móti Sydhavnen.


Her eru gulu bussarnir eisini farnir at sigla, sum Selurin í Klaksvík á sinni. Eftir lítlari løtu kanst tú verða førdur oman og niðan eftir kanalini, báðumegin í ljósi og myrkri.


Sigla vit framvið Fisketorvet móti Sydhavnen, síggjast hesir snøggu íbúðarbygningar við Havneholmen, haðani eisini byggistílurin hinumegin kanalina hómast. Økið er ikki at kenna aftur.


Í Svarta Diamantinum, sum hýsir Kongaliga Bókasavninum, kann gangast upp á ovastu hædd at njóta sýnið yvir á nýggju Sirkulbrúnna við Hammershøis kaj. Hann koma vit til seinni, ljósmeistaran Hammershøi. Tí fyrst er tað arkitektoniska perlan, Diamanturin.


Í hesum døgum verða bestu donsku pressumyndir sýndar fram í hjallaranum í Svarta Diamantinum. Betur enn vinnaramyndina dámar mær avrikini hjá ljósmeistaranum Joachim Ladefoged á Jyllands-Posten. Hann er kosin ársins pressufotografur. Niðanfyri eru tríggjar meistarligar myndir við ljósi og speglingum. Nærmast er ein summarmynd, næstan 'frokost i det grønne', har húskið er flutt út á bøin at eta við hernaðarvognar og vápn hjá friðarvarðveitandi ST-herliðnum. Mittasta barnið blundar, eins og vit í Føroyum, sum einki herlið hava, gera, men tó draga tað, herliðið hjá teim fremmandu í fremmandum londum, inn á Tjóðpallin. Eg skilji ikki hesa hertøku.


Besta langa innslag í sjónvarpi og á netinum er kosið at verða Jeg er Jens Jensen. Ein hugtakandi filmur um sjey, ið bera kendasta danska mansnavnið. Ein kvinnuligur filmur, Jeg er Kirsten Jensen, er eisini gjørdur. Eg vil ráða øllum til at síggja filmarnar, ið lýsa fólk frá fyrstu til seinastu blæu í danska vælferðarsamfelagnum beint nú. Meistaraverk, sum Anders Birch og Jakob Vølvers hava gjørt.


Úr Diamantinum fara vit í bili við Elisabeth sum guide norður til Ordrupgaard í Charlottenlud, har tey sýna fram málningar hjá ljósmeistaranum Vilhelm Hammershøi, ið doyði fyri hundrað árum síðani. Úrvalið er frá tíðini tá hann búi og málaði í Strandgade 30 í tíðarskeiðnum 1898 til 1909.


Ljósið er hondgrípiliga evnið á framsýningini. Hurðar og vindeygu eru sett fram, so skúlabørn kunnu fata ljósið í myndlistarliga arbeiðnum og í gloppum millum rúm. Prosaiskt, men spennandi. Elisabeth tók myndina.


Í garðinum er ein russiskt inspireraður skriftastólur, Confiteor, hjá bretska Henry Krokatsis. Til ber at fara upp í hann fyri egna ábyrgd, sum skrivað stendur.


Eftir miðbýarbrunsj í Føroyahúsinum liggur gonguleiðin út eftir Vesterbrogade til Søndermarken. Her stendur Adam Oehlenschlager fyri okkum. Eftir at hava sæð Hammershøi og The Revenant, fær hann leiklutin sum niðursetumaður millum nýhøgdar viðarbular í nýggja landinum.


Várjavndøgur er og vit fara úr ljósinum og niður í sisternumyrkrið undir lýkkuni hjá Oehlenschlager uppi á Søndermarken. Sisternurnar eru bølamyrkar, bygdar undir jørð í 1856, og hava savnað drekkivatn til allan býin frá 1859 til 1933. Útvið hálvthundrað ár seinni, í 1981, varð vatnið veitt úr sisternunum, ið stóðu tómar og myrkar sum katakombur, til Keypmannahavn bleiv evropeiskur mentabýur í 1996. Síðan tá hava framsýningar av glaslist verið her. Í dag eru undirjarðisku sisternurnar partur av søvnunum á Frederiksberg, og Eva Koch er sloppin at brúka rúmið til eina videoinstalasjón. Eva hevur fyrr arbeitt við instalasjónsvideo í Syðradali, og sum smágenta gekk hon í Nonnuskúlanum. Í hesum døgum sýnir hon fram minimalistisku stórinstalasjónina Den drøm om fred.


Tað er ein óbeskrivilig uppliving at stíga niður í myrkrið, og síggja og hoyra hesa framsýning, meðan vatnið dryppar og kennist allastaðni. Og mitt í tí heila fer ein optiskur fuglur á flog, meðan líknandi hvítir fuglar sita uppi undir loftinum á bjálkum og láta, meðan ekkó rullar spakuliga aftur og fram, og kámar gardinur av regni draga fyri.


Ein reyð dreymsólja letur seg upp og aftur.


Høvuðsverkið, ein sjálvstøðug videoinstalasjon, sum varar eitt korter, er sett saman av reyðum dreymsóljum, svørt-hvítum barnaminnum úr skúlagarðinum og einum tikkandi filmsapparati. Installasjónin fer sum ein fossur niður eftir turra vegginum.


So er at finna út aftur úr undirjørðiska rúminum, sum nú eisini minnir um bumbuskýli. Ljós eru sett fram, so leiðin til trappurnar og útgongdina er løtt at finna. Gulu glasmosaikmyndina til høgru hevur Preben Hornung gjørt uttaná sisternunum í 1968. Nú sæst hon innanífrá.


Eftir allar hesar kilomterar, summar í bili, men allar teir inni í býnum, sum eftir einum degi nærkast tjúgu, er gott við Compeed heftiplásturi frá Johnson & Johnson at seta á halin, so hann ikki verður húðarleysur eftir várjavndøgur í Keypmannahavn, halurin altso. Góðar páskir!