7.4.16

Áhugin at síggja kristiligan film er stórur í Føroyum


Teldutala

- Tá vit herfyri vístu kristna amerikanska filmin Heaven is for Real, varð hann í áskoðaratali størri enn James Bond, sum tá var aktuellur, sigur Jákup Eli Jacobsen í Havnar Bio. Eingin annar Norðurlendskur biografur vísti kristna filmin.

Nú fer Jákup Eli at vísa tveir nýggjar kristiligar filmar, og gongst væl, fer hann sum einasti norðurlendski biografur at vísa enn fleiri filmar frá sama amerikanska filmsútleigara, uttan danskan undirtekst.

Hósdagin 14. apríl sýnir Havnar Bio fyrra kristiliga filmin, sum Patricia Riggen hevur leikstjórnað og ber heitið Miracles from Heaven. Atgongumerkjasølan er byrjað. Niðanfyri sæst leikstjórin saman við Robert Redford.


Miracles from Heaven byggir á sanna søgu um húskið Beam. Tá Christy (Jennifer Garner) leggur til merkis, at 10 ára gamla dótturin, Anna (Kylie Rogers), hevur eina sjáldsama sjúku, ið ikki kann lekjast, fer hon at leita eftir orsøkum, loysnum og møguligum lekidómi. Eitt stríð, har tað bókstaviliga stendur um lív ella deyða, tekur seg upp, og fær stórar avleiðingar. Anna er fyri eini ólukku, sum fær eina sjáldsama ávirkan. Húskið kann aftur samlast, og hetta ávirkar umhvørvið sum aldri áður.


Hósdagin 19. mai sýnir Havnar Bio Risen, sum er seinni kristiligi filmurin í vár. Tað er Kevin Reynolds, ið fyrr hevur gjørt Robin Hood (1991) og Waterworld (1995) við Kevin Costner, sum er leikstjóri.

Risen er bíbliusøgan um Jesu uppreisn, sum rómverski hermaðurin Clavius verður settur at kanna í árinum 33. Joseph Fiennes er hermaðurin, sum ikki er trúgvandi, hóast vit síggja filmaðu søguna gjøgnum hansara eygu. At sleppa undan uppreisturi í Jerúsalem, skal hann mótprógva allar tær søgur, sum ganga um ein risnan Messias.

- Vit hava fingið so nógvar áheitanir, at vísa tílíkar spildurnýggjar filmar, at vit skaffa teir beint úr USA, uttan danskan undirtekst, sigur Jákup Eli Jacobsen, sum rekur Havnar Bio.

- Gitte Blomsterberg, sum er filmstjóri hjá UIP, ið eigur filmarnar, helt tað verða eitt gott hugskot, at vit frumsýna teir her, og sum tey einastu higartil, vísa filmarnar í Føroyum, sigur Jákup Eli, og leggur afturat, at eingin annar biografur í ríkinum enn hevur sett filmarnar á skrá.

Hjá UIP í Danmark er Gitte spent, um fólk í eins stórum tali og fyrr, fara at koma til hesar báðar nýggju amerikansku kristnu filmarnar í Føroyum, tí í Danmark er eingin marknaður fyri tílíkum filmum, sigur hon.