Skip to main content

Filmur og myndlist


Teldutala

Alda Joensen, sum starvast í Mentamálaráðnum, tók samrøðumyndina í Nýggjustovu hóskvøldið. Við rót í Námi eru vit fleiri, sum hesa vikuna hava rakt við virkin listafólk í høvuðsstaðnum. Hóskvøldið var Nám við í Móðurmálsdegnum, sum nú er vorðin afturvendandi tiltak. Í ár hevði Málráðið skotið upp, at ung og filmur skuldu verða evnið á Móðurmálsdegnum og skeiðnum, sum byrjar á Háskúlanum í heyst. Hóskvøldið bjóðaði Eirikur Lindenskov innar í hugnaligu Nýggjustovu, har Hammershaimb livdi, og matstovan Ræst nú fer at halda til í Føroya fremsta gastronomiska vakstrarøki. Formaðurin í Málráðnum, Zakaris Svabo Hansen, beyð vælkomin og Rigmor Dam, landstýriskvinna við mentamálum, setti tiltakið. Síðan hugleiddi Pætur M. Dahl um film og arbeiðið hjá Klippfisk, Sissal G. Magnussen og Birita Adela Davidsen sungu, og Hans Pauli Tórgarð spældi gittar. Síðan slapp eg sjálvur at práta við tey bæði Marjuna Syderbø Kjelnæs, rithøvunda, og Sakaris Stórá, filmsleikstjóra, ið samstarva um spælifilmin Dreymurin við havið.


Marjun skrivar handritið og Sakaris er filmsleikstjóri. Nakrir leikarar eru funnir og upptøkurnar byrja í summar. Gongst eftir ætlan, verður frumsýning í februar í 2017 á einum av stóru altjóða filmstevnunum. Marjun upplýsti, at dagin fyri hevði hon verið til stresstest, sum setti hana í gula feltið. Hon er sjúkrasystir, men vann stuttsøgukappingina, sum Listastevna Føroya skipaði fyri í 2001 við søguni um Kópakonuna, ið er á náttarvakt. Síðan hevur hon arbeitt sum rithøvundur, hevur fingið trý ara starvsløn, og er við bókini Skriva í sandin, mest lisni høvundur í fólkaskúlanum og eigur tey flokssett av bókum, sum oftast verða lænt í Námi. Í dag lesur Marjun føroyskt á Fróðskaparsetrinum, og gevur í summar út eina nýggja skaldsøgu. Sakaris kallar Dreymin um havið ein coming of age film uttan tó at vera ein ungdómsfilmur, sum í vanligari fatan er um ung, fyri ung og á einum ungdómsmáli. Sakaris eftirlýsti eitt føroyskt orð ella hugtak fyri enska heitið coming of age. Hann segði frá um at hava lesingar og um sosiolekt, og vísti okkum eitt stutt brot úr filminum, ein sokallaðan pilot, har vit fingu eina fatan av málnýtsluni, ið fevndi um orð sum bad-ass og fokk. Fyrimyndir í filmsarbeiðnum hava verið grikst-amerikanski John Cassavetes og bretsku Mike Leigh og Ken Loach.


Eftir arbeiðstíð fríggjadagin hevði trivnaðartoymið í Námi skipað fyri vitjan í listamannahúsunum hjá Janusi Kamban (1913-2009) í Klokkaragøtu 42 í Havn. Palli Gregoriussen teknaði húsini, sum eru bygd í 1970, og ikki eru vanlig familjuhús, men einmanshús hjá einsamøllum listafólki.


Fyrst førdi Ole Wich okkum inn í myndlistaverðina og umhvørvið hjá Janusi Kamban við persónligum ljósmyndum og eygleiðingum í stovuni. Svart-hvítu myndina omanfyri, av Janusi, tók Ole í Listaskálanum í 1980. Teir báðir, Janus og Ole, kendust væl og arbeiddu nógv saman. Síðan greiddi Jóhan Martin Christiansen frá, hvat hann arbeiðir við í listamannahúsinum, har hann hevur fingið loyvi at arbeiða í eitt hálvt ár.


Hesa myndina av Jóhan Martini tók Ole Wich í atelierinum, har hann arbeiðir. 16. september í ár letur Jóhan Martin upp framsýning í Listaskálanum við verkum úr tekstil, gips og á video. Tá kemur eisini bók út um Jóhan Martin. Til nátturða varð borðreitt við Fish & Chips av Vaglinum, pakkað inn í gamlar Dimmur, maturin altso. Deiliga Havnasligt, bæði í grafikki og anga.


Afturvið skiftu vit orð við Jóhan Martin, sum er nývaldur formaður í Felagnum Føroysk Myndlistafólk, og vil ganga nýggjar listarligar leiðir, tá umræður list og listapolitikk. Millum gullkornini, Jóhan Martin legði fyri okkum, var, at hansara ættarlið av listafólkum, er tað fyrsta, sum kann siga, at meistarin er deyður, so tey frítt kunnu ganga egnar og nýggjar leiðir.