Skip to main content

Let there be drums!

Myndir: Norðurlandahúsið
Teldutala

Tríggjar ferðir hevur unst mær at hoyra røddina á donsku Annisette á føroyskum palli. Fyrstu ferð í nýbygdu ítrottarhøllini á Hálsi í 1970, tá tey vóru uppá tað allar størsta, aðru ferð í Læraraskúlahøllini á Frælsinum, tá tey høvdu verið í Palestina og flippaðu heilt út á teppum á gólvinum, og triðju ferð í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið, tá hon fagnaði trummunum og heimsins kúgaðu.

Útiliggjarum í pappeskjum undir bankaskeltunum í París, sum ikki vildu hvørva, hvussu hon gníggjaði eyguni, eftir eina konsert í París fyri 50 árum síðani.


Fantastiskt at uppliva ein ektaðan naivt fabulerandi hippie í 2016. Hóast skæra røddin ikki er hin sama sum tá, er insisterandi styrkin í røddini hjá berføttu Annisette, ið hevur dance moves sum ein andamanari í transu, enn hin sama. Onkuntíð helt eg veruliga, at hon datt, men røddini bilti einki. Í dag er hon 67.

Eftir filmin Whiplash í 2014 eru trummur vorðnar lógligar á konsertum. Eisini í duettdialogi í hálvan tíma ella so, millum 75 ára gamla Alex Riel og 41 ára gamla Stefan Pasborg. Heilt nógv varð gjørt burturur teirra sambandi sum gubbi og guðsonur. Hinvegin varð einki nevnt um eins meistarliga urguleikaran við Savage Rose eftirnavninum Tuxen.


Einasta navn teir nevndu á pallinum var Gene Krupa. Tað fekk meg at hugsa um gamla útvarpsstjóran, sum bleiv í øðini á Bryggjubakka, tá teknikarin legði Big Noise from Winnetka á plátuspælaran í einum steðgi millum endursendingarnar ein leygardag út á heystið í 1979. Hann mundi fingið plátuna eftir kanti í heysin. Síðani er trummuspæl komið til heiður æru.


75 ára gamli Palle Mikkelborg, sum einaferð takkaði Óla Poulsen fyri at læra seg ljóðið av sjógvi og havi, blásti varisliga í poetiskt dempaða hornið framman fyri øllum tónleikarunum. Tað var sum leitaði hann eftir sprekkum í gólvunum, tá hann hugdi niður, og rivum í fjøllunum, tá hann hugdi upp. Ljóðið fekk ein langan tølandi klang, sum knýtti konsertbrotini saman, hvussu Le Freak’sligur nútíðargittarin hjá Niclas Knudsen bleiv.


Organiskt samanbundna konsertin var eitt upplivilsi fyri allar sansir, eisini tá tað kenda, Býurin Vaknar í Dødens Triumf, bráddliga dagaði upp úr innvenda rútmiska samanspælinum. Tá klappaðu fólk spontant og kendu seg drignan við og inn í konsertina, sum eina løtu var dekan og nørdaslig og bara fyri tónleikarar. Hetta var ein góð snaring.

Takk fyri eina góða konsert, Norðurlandahúsið!