Skip to main content

5 dagar við tí besta av norðurlendska sjónleikapallinum


Leikarafelag Føroya:

Í døgunum 24. – 28. mai fáa føroyingar eitt serstakt høvi at uppliva tað allarbesta av norðurlendskum sjónleiki, tá 16 viðurkendir og virðisløntir leikir av pallum í Reykjavík, Stockholm, Oslo, Helsinki, Keypmannahavn og aðrastaðni í Evropa verða sýndir í Føroyum.


Sjónleikafestivalurin, DAGARNIR 2016, ella Nordic Performing Arts Days, er størsta sjónleikatiltak sum higartil hevur verið í Føroyum. Heili 100 leikarar og leiklistafólk úr 16 leikbólkum framføra 21 sýningar á 11 pallum teir 5 dagarnar, festivalurin varir.


Skráin er sera fjølbroytt og vendir sær til bæði børn og vaksin við øllum frá finskum splattaraporno, svenskum klovnasorgarleiki, Álendskum sjómannaleiki, heimasýningum av Eitt dukkuheim til enduruppseting av væl umtóktu føroysku leikunum Jørðin er eitrað og Veitsluni.

DAGARNIR 2016 eru sostatt ein forkunnugur møguleiki at ogna sær bæði klassiskar, frekar, stuttligar, syrgiligar og óvæntaðar sjónleikaupplivingar.


Orðaleyst splattaraporno, klovnarí, heimasjónleikur og føroyskir krígsveteranar

Leikbólkurin Takomo Theatre, ið bæði vann heiðurin fyri besta leik og besta leikara í Finnlandi í 2014, vitjar við leikinum Dark Side of The Mime. Ein leikur sum tekur teg á bóli við sínum freka skemti, men sum tú samstundis eisini fert at elska. Takomo Theatre mælir til, at tú bjóðar tínum vinfólkum, familjuni, grannanum og kanska serliga tínum argasta fígginda við til hesa framførslu.

“Skammleyst, vágið og einastandandi stuttligt! Dark Side of The Mime er tann besta og mest groteska komedian, tú nakrantíð fert at uppliva“. 

- ummælari frá Edinburgh Fringe


Svenski leikbólkurin The Miracle Nuts framførir hugtakandi familjuleikin Flugo!, ið byggir á upplivingar hjá trimum klovnum í Za’atharis­leguni í Jordan – fyribilsheimið hjá hundraðtúsund sýriskum børnum, ungum og gomlum, sum flýggja undan einum ógvusligum kríggi.

“Akrobatisk farsa sum lyftir klovnarí á sítt hægsta professionella stig.”

- Västerbotten Kuriren


Kendi klassikarin Eitt Dukkuheim, eftir Henrik Ibsen. er ein tann mest spældi leikurin í øllum heiminum. Við hesi uppsetingini hjá donsku Fix & Foxy og Teatergrad vitja vit føroysk heim í Nólsoy og Hvalvík, har áskoðarin verður boðin innar í stovuna til heimasjónleik. Júst so sum Ibsen sjálvur vildi, at sjónleikur skuldi vera: Sum veruliga lívið, við veruligum menniskjum við veruligum trupulleikum í veruligum heimum.


Tey sum ikki sóu áskoðara- og ummælararósta leikin Jørðin er eitrað á Tjóðpallinum í vár, fáa nú aftur møguleikan. Jørðin er eitrað er ein nýskrivaður føroyskur leikur, ið byggir á samrøður við veteranar og avvarandi umframt journalistiskt og vísindaligt tilfar. Hann er leikstjórnaður av Maritu S. Dalsgaard. Av ummælarunum framúr væl móttikin, lýstur sum ein politiskur leikur og eitt nýbrot innan føroyskan sjónleik tá ið hann varð frumsýndur á Tjóðpalli Føroya í mars 2016.

“Tjóðpallurin sýnir ikki ein leik, ið er meinlíkur Hollywood-drama. Tjóðpallurin sýnir ein viðkomandi, føroyskan leik um føroyskar hermenn, sum tú ikki kanst skilja. Leikurin kemur ikki við loysnum upp á kríggj, men gevur tær í hægstu grad nakað at hugsa um og at skammast av.”

- Røddin í KvF

DAGARNIR 2016 eru fyriskipaðir av Leikarafelag Føroya í tøttum samstarvi við Norðurlandahúsið og Tjóðpall Føroya, har flestu sýningarnar vera. Men spælt verður, sum sagt eisini aðrastaðni á forkunnugum og óvæntaðum støðum, millum annað á granskarasetrinum Inova, har íslendingar pallseta eina IKEA ferðaskrivstovu og ein leikur er skipaður sum ein gongutúrur í Havn.

DAGARNIR 2016 eru stuðlaðir av m.ø. A.P. Møller Fondinum, Kulturkontakt Nord og Nordisk Kulturfond. Harumframt hevur Faroe Ship stuðlað við flutningi av rúgvusmiklu pallmyndunum til leikirnar.

Festivalleiðari er Gunnvá  Zachariasen.