Skip to main content

Dimma á netinum


Teldutala

Eftir húsagangin og seinastu útgávuna fríggjadagin 13. september í 2013, sum sæst niðanfyri, hevur Dimmalætting í seinastuni livað eina stillisliga tilveru við einari pappírsútgávu um vikuna. Nú fæst Dimma fyri einki í talgildum skapi - við netredaktøri!


Tað er einki annað enn fantastiskt!

Mótvegis øðrum netbornum miðlum, er útsjóndin løtt, ljós og greið. Í berum ovfarakæti eru heimligir netmiðlar blivnir kaotiskir at lesa. Ein portalur roynir seg við villingarsomum lesarakjaki mitt millum blinkstrandi greinar. Áðrenn tú veitst av, kanst tú lesa okkurt niðrandi og háðandi, sum føroyskum lesarum dáma so væl at skriva, millum deyðsboð og ólukkur, hóast tilfarið einki hevur við hvørt annað at gera.

Tí er tað helst eitt natúrligt tíðarkrav, ið ikki krevur ta stóru Galluppkanningina, at fólk vilja aftur til hina einfaldu og óblinkstrandi avísina. Avbjóðingin verður so at halda reina sniðið, so tað framhaldandi verður greitt og einfalt at lesa Dimmu á netinum. Tí hetta ókeypis lesaratilboð er frálíkt.

Men savnið er ógvuliga avmarkað. Leitaði eftir greinini hjá Emil, sum var í blaðnum í farnu viku um tey fimtan kendu, sum spruttu. Men einki svar úr savninum.

At vaksa seg stóran og sterkan er altíð avbjóðingin tá ein byrjar. Eisini hjá nýbornu Netdimmu, sum sær gott út og liggur væl í hondini á telefonini.

Undir blaðhøvdinum er ein knappur, at velja síður, sum passar fínt til mín tummil. Og so dámar mær væl orðið langlesnaður. Eisini her er avbjóðingin at halda sama høga stíl og støði, sum høvundarnir higartil hava megnað. Umráðandi er jú altíð at finna og dyrka eins egna kappingarfyrimun. Haldi, at langlesnaðurin er ein. Og tað serliga, um eins nógv varð ofrað uppá fotografin. Tað vildi eg rindað um ikki nógv, so eitt sindur, fyri, tá Dimma fer at sløkkja fyri ókeypis lesnaði.

Samstundis sum Útvarpið týðuliga hevur stórar trupulleikar at finna upplesarar, ið duga at lesa skrivaði tíðindi, ja, tú læs rætt, duga at lesa skrivaði útvarpstíðindi, so hevur Dimma hepnast at finna góðar høvundar til langlesnað. Til lukku við tí!


Panamáskjølini, ella pappírini, sum Dimma velur at kalla tey, eru á breddanum í øllum heimsins miðlum. Dimma á netinum sigur í dag, at eingin føroyingur er at finna millum nøvnini. Eg havi funnið seks bara við at leita eina løtu í gjárkvøldið.

Annað er, at Dimma á netinum velur at brúka eitt enskt heimskort av Panama.

Eg veit fyri vist, at eitt alment føroyskt skúlabókaforlag hevur givið út eitt atlas, sum onkur har í húsinum vil leypa á leistum við, heilt niðan til tykkara í Brekkutúni í Hoyvík, so tit altíð kunnu endurgeva heimin á tí máli, tit sjálvi hava valt - føroyskum.

Tað er mín redaktionella týsdagsbøn til tykkara. Heimin á føroyskum. Einki meir, men heldur ikki minni.