20.5.16

Einki nýtt


Hvat ger man, tá einki nýtt er gott, og einki gott er nýtt? Jú, tá fer man til tað gamla og kenda. Í morgun var tað Eric Clapton, sum á Spotify fekk meg á hesar tankar. Hann gevur út nýggja plátu við tólv sangum, millum annað dreymin hjá Bob Dylan um Sankta Augustin, I Dreamed I Saw St Augustine. Tað gert tú ikki óstraffaður. Einki nýtt, faktiskt bara repeterandi keðiligt. Eisini húsin, sum Peter Blake hevur málað. Tá er gott at fara í leitirútin á Spotify og skriva John Wesley Harding, vinur teirra fátæku, og tendra fyri Bob Dylan uppá tað besta í 1967. LP plátan, hon við Bíbliutættastu tilsipingum, er á loftinum. Hana eigi eg til góðar at halda í, opna, lukta vinylið og lesa liner notes, tekstin á baksíðuni. Góðan Bob Dylan dag.