Skip to main content

Hevði bóndin eisini sagt Bornholm?


Í morgun kundi Útvarpið siga okkum um ein eld í Alberta í Kanada, sum herjaði á einum økið, ið var á stødd við Bornholm. Ikki nakra aðra geografiska eind í allari verðini, bara Bornholm sum námsfrøðiligt amboð at læra okkum fatan av Norðuramerikanskari stødd hinumegin Atlantshav. Interessant.

Guvide, hvat Patursson hevði sagt um dagsins samanbering í Útvarpinum. Tí í dag eru 150 ár síðan hann varð føddur, bóndin Jóannes Patursson í Kirkjubø.

Tí var tað stundvíst hepni, at Sjónvarpið eydnaðist at seta eina sending um hann á skránna longu í gjárkvøldið.

Samanlagt ein fín sending við góðum samrøðum, hóast eg ikki fekk familjusambandið hjá øllum við. Mátti eisini venja meg við, at sendingin varð so nógv bundin at vertinum og frásøgumanninum, Høgna Reistrup, sum hevði skrivað og lagt alt til rættis, meðan hann gekk inn og út úr sendingini.


Men tað hepnaðist stak væl og stóð eftir sum eitt gott dømi um, at til ber at gera eina einfalda sending um eitt stórt evni, sæð úr sjónarvinklinum hjá tí livandi nútíðarpersóni, Høgna, sum ikki bara traðkar í karakter, men trínur inn í somu gluggatjøld sum bóndin, og harvið ger vart við seg sum ein forvitnan og persónliga engasjeraðan eygleiðara í nútíðini. Tað er gott. Tí tú kundi gjørt tað sama, kæri føroyingur. Tað er ein sterkur boðskapur og ikki sørt av eini eggjan, eisini.

Allar best dámdi mær ljóssetingina, tendraðu stovuperurnar í baksýni, meðan heimildarfólkini róliga søgdu frá um bóndan, oftast í heitum stovunum. Søguligu svart-hvítu myndirnar fylgdu ikki altíð so væl við í tí upplisna tekstinum, sum eisini var ov nógv merktur at hábærsligum skriftmáli, sum tíanverri er blivið vanligt, tá um tjóðskap ræður. Men kavafilmurin av Grønlandsvegnum var fantastiskur. Vit eiga fleiri privatar filmsupptøkur, sum kunnu lýsa henda part av søguni.

Kundi hugsað mær, at frásøguteksturin í størri mun var merktur av talumáli, og harvið kundi fevnt um eitt veit meir av sannførandi refleksjón og íbygdari undran, sum ikki sleppur uppí part, tá vit fyrst skriva við hástemtum penni og síðan lesa upp.

Meira kjøt og blóð, tí hetta er eitt stórt evnið, sum bóndin í hørðum andróðuri við aðrar landsmenn, borðreiddi fyri livandi føroyingum fyri hundrað árum síðani. Eftir matarlepanum eru vit ikki komin langt, tí her eru enn so nógvir landsmenn, ið vilja nakað annað enn bóndans kós. Ikki minst tá teir lata alla fatan verða úr útlendskum miðlum sum í morgun.

Her skrivar Eirikur Lindenskov alt, ið er vert at vita um bóndan, Jóannes Patursson.