22.5.16

Ken Loach vann Gylta Pálman í Cannes


Tað var fyri filmin I, Daniel Blake at 79 ára gamli bretski Ken Loach í kvøld vann Gylta Pálman á 69. filmstevnuni í Cannes.

Bretska avísin The Guardian skýrir hendingina ein óvæntaðan triumf og kallar filmin eitt welfare state drama.

Ken Loach fekk somu virðisløn í 2006 fyri filmin The Wind That Shakes the Barley. Umframt at lýsa írsku søguna, hevur hann gjørt meistarligar filmar úr niðastu løgum í bretskum arbeiðaraumhvørvi, til dømis Riff Raff (1991), men eisini sjáldsama innlitsfullan film um ung, ið vaksa upp, sum í klassiskaranum Kes (1969).

Ken Loach hevur í trettan førum verið skotin upp at vinna Gylta Pálman í Cannes.

Menniskjansligur aldur er eingin forðing í tíðarleysum spælifilmi. Formaður í Pálmadómsnevndini í ár er 71 ára gamli avstralski George Miller, sum í fjør var frammi við Mad Max: Fury Road. Hinir Pálmadómsnevndarlimirnir eru ungarski leikstjórin László Nemes, ið gørdi holocaustfilmin Sonur Saul, sum Filmsfelagið sýndi í Havnar Bio 2. mars, franski leikstjórin Arnaud Desplechin, amerikanska Kirsten Dunst, italska Valeria Golino, danski Mads Mikkelsen og 80 ára gamli kanadiski Donald Sutherland, sum øll fýra eru filmsleikarar. Aftur at teimum eru franska sangarinnan Vanessa Paradis og íranski filmsframleiðarin Katayoon Shahabi.

Úr viðfevndu skránni í Cannes í ár er eisini vert at hefta seg við Wolf and Sheep, sum er fyrsti filmur hjá 25 ára gomlu Shahrbanoo Sadat. Fyri avrikið vann hon fyrstu virðisløn í kappingini The Director's Fortnight, Quinzaine des Realisateurs. Unga Sadat er fødd í Iran, men býr í Kabul og hevur gjørt filmin í Tadsjikistan.

Bæði framleiðarin, Katja Adomeit, og fotografurin, Virginie Surdej, eru tey somu, sum Sakaris Stóra í løtuni arbeiðir saman við. Tað er ikki sørt spennandi!