Skip to main content

May we all live to be a hundred


- May we all live to be a hundred, sigur Frank Sinatra í hesum signeraða teksti, sum er inngangur til tjúgu fløgur, sum komu út í 1995. Tað eru allar Reprise upptøkurnar frá 1960 til 1988, tilsamans 452 sangir á plátufelagnum, sum hann sjálvur stovnaði. Útgávuárið fylti hann 80. Higartil hevur fløguboksin staðið mest sum órørd á loftinum, burtursæð frá í 1998, tá Frank Sinatra doyði, 82 ára gamal. Nú tók eg hana fram aftur, tí næsta vikuskifti fer Tórshavnar Stórband at fagna sangaranum við fimm solistum, tjúgu sangum og einum leiðara, Sigurður Flósason. Hóast hann ikki bleiv hundrað, swinga sangirnir enn, og vónirnar eru bláar og ljósar, sum myndin av Ol' Blue Eyes omanfyri. Konsertirnar, Sinatra 100, verða Mentanarnáttina 3. juni kl 21:00 og aftur leygardagin eftir kl 19:30. Góðar konsertir!