14.5.16

Rudding í ruddiligum býlingi


Líggjas og Bjarnvarður í góðum lag undir reyða vegginum. Eftir góðan morgunmat í Orkulonini, og við Rót & Rútmu í oyranum, varð ruddað í Tórsbyrgi í morgun. Umhvørvisvika er í Havn, so fimm myndir skuldu finnast at senda inn til kappingina um ein umhvørvispakka til Eigarafelagið.


Sigrún og Anna lúka og rudda í horninum undir brekkuni niðanfyri Lágargarð.


Umhvørvisligi strategibólkurin hevur toppfund og setur út í kortið. Jana leggur Martini og Bjarnvarði lag á. Aftanfyri sæst hundurin hjá Martin.


Álvur og Jónfríð rudda og sópa í túninum, meðan teirra hundur er klárur at spæla við bóltinum. Gutti er farin at fáa sær ein guv meðan trillibørin bíðar.


Eyðun og eg tosa um danskar røddir í Útvarpinum. Tosið gongur sjáldsama væl meðan vit lúka illgresi fram við múrinum í Tórsbyrgi.


Og pesjan á bønum letur ikki við seg koma, hvussu vit so skræða okkum um ríkisrættarligu støðuna og public service. And The Grass Won't Pay No Mind.


Graslíki er lagt millum Tórsbyrgi og Ægishædd við útsýni til allan fjørðin. Betri verður tað ikki.


Millum parkeringsplássini, sum nú verða kommunal, eru runnarnir kliptir og skornir. So nú manglar bara hiti í luftini og grønska í gróðrinum.