17.6.16

Amerikanska valið...


Her er amerikanska valið eftir ein drúgvan arbeiðsdag í heitari sól. Í vesturskininum á terassuni eru hesar góðar. Fyrsta amerikanska, ein Sierra Nevada Pale Ale, angar av humlu, og smakkurin hevur eitt gott bland av humlu og sitrus, hon hóskar væl til kryddaðan mat. Onnur amerikanska, Founders Breakfast Stout, er bryggjað við flaked oats, eksotiskari innfluttari sjókulátu og Sumatra og Kona kaffi. Triðja amerikanska, Old Foghorn, er ein barley wine, sum angar av humlu, blómum og sitrus. Smakkurin er fyldigur við søtleika. Fjórða og seinasta amerikanska, Bells Expedition Stout, er ein Russian Imperial Stout við høgum beiskleika, myrk við nógvum maltsmakki. Orsøkin til amerikansku heiluppdekkingina er, at í dag bleiv undirvísingarliga temasíðan á Snar um amerikanska forsetavalið liðug.


Tá næsta skúlaár byrjar er lagamanni at taka amerikanska forsetavalið við í undirvísingina. Nýggja temasíðan á Snar er um forsetavalið, sum verður í USA hin 8. november. Umframt at viðgera valið í ár, greiðir Tóri Højgaard frá søguni, týdninginum og gongdini í amerikanska forsetavalinum yvirhøvur. Uppgávur eru til allar partarnar, eisini um rættin at bera vápn, um skottilburðin í Orlandi sunnudagin og um lobbyismu. Við støði í heimasíðuni hjá Hvítu Húsunum hevur Snar eisini gjørt eina tíðarlinju, ið sýnir allar teir 44 forsetarnar, sum higartil hava verið. Barack Obama er fyrsti forsetin, sum ikki er hvítur, og fyri fyrstu ferð er nú møguleiki fyri, at ein kvinna kann verða vald. Á temsíðuni hjá Snar er eisini tilfar um bókmentir og frásagnir, sum úr einum føroyskum sjónarhorni hava tilknýti til USA. Uppgávur eru til ferðafrásøgnina Brá úr USA, sum Steinbjørn B. Jacobsen skrivaði og las í Útvarpinum, Marjun Syderbø Kjelnæs lesur tríggjar ferðayrkingar úr savninum Rót Tripp, og Oddfríður Marni Rasmussen greiðir frá um amerikanskar beatnik høvundar og bókmentanarliga hugtakið The Open Road. Ein amerikanskur sakførari, sum arbeiðir í Washington og hevur vitjað i Føroyum, greiðir frá ymsu politisku fatanunum í Norðurlondum og í USA, og tveir AFS-næmingar, sum hava verið í USA, siga frá upplivingum har. Til ber at brúka smáar bitar sum ískoytistilfar upp undir forsetavalið, ella at brúka alt tilfarið í ein mánað í heyst. Tilfarið og uppgávurnar á Snar um amerikanska forsetavalið vendir sær til hádeild í fólkaskúlanum í lærugreinunum søgu/samtíð, føroyskum og enskum. Her er nýggja temasíðan á Snar um amerikanska forsetavalið.