24.6.16

Føroyingur er ársins lívverji í 2016


Í dag fekk 21 ára gamli Casper Desvil Bech at vita, at hann varð kosin ársins lívverji, livgarde, í 2016. Her sæst hann undir eyðkendu húgvuni saman við stoltu mamuni, Elisabeth Herlufsdóttir, sum er úr Tjørnuvík.


Casper varð í juni í 2015 liðugur við miðnámsútbúgvingina elitetræneruddannelsen á ítróttaháskúlanum í Aalborg. Hann hevur verið í kongaligu donsku lívverjuni síðan í desember í fjør, og ætlar nú at fara at lesa hægri lestur, har sálarfrøði hevur fremsta áhuga. Her sæst Casper saman við systkjunum á Livgardens Kaserne í morgun.



Til lukku!