2.6.16

Stórt virksemi í Havn


Veit ikki, um tað bara er Mentanarnáttin í morgin, sum er orsøkin, men í dag er stórt virksemi í Havn. Hús verða umvæld, sum her í Bringsnagøtu, har vindeygu og klædningur í Klokkarastovu verða skift út og hildin í sama góða, gamla stíli. Maskinur ganga, hamarar smíða og bilar hjá kommununi koyra til og frá.


Undir Bryggjubakka, innast í Vágsbotni, verður fyrst borðað og síðan stoypt í aftur. Eg spyrji, hvat hetta er, og arbeiðsmenninir bara peika á runda forboðsskeltið niðanfyri.

- Eingin respekterar hatta skeltið. Nú verða automatiskar sperrur, sum koma upp úr vegnum, settar her. Tá ber ikki til at koyra, uttan tú hevur eina fjarstýring, fái eg at vita frá sementblandandi arbeiðsmonnunum. Kanska er tað nakað um tað. Bilarnir hava ov stóran framíhjárætt í miðbýnum. Sjálvt framvið sølubrettunum og kaffistovunum í tronganum her og heilt út í Bakka, er ikki skomm skapt í sunnudagsbilførarum til gerandis í Havn. Men nú fær tað ein enda.

Úti hjá Öström gera tólv kvinnur klárt at seta upp 12 karmar. Tær eru Malan Fosaa, Poulina Jóanesardóttir, Randi Samsonsen, Elin Lindenskov, Erla Matras Jensen, Heimá-toymið, Mikkalina Norðberg, Heimkær, Jóhanna av Steinum, No 10 Keramikkstudio, Shisa Brand og Turið Nolsøe Mohr. Tær sýna fram tólv verk, sum Mentanarnáttina eru gjørd til høvið og hølið. Tað einasta, verkini hava í felag, er at karmurin er 140cm x 120cm x 20cm, standandi á gólvi, hangandi úr loftinum ella sett á veggin. Poulina Jóanesardóttir, sum er vevari og seldi mær eina butterfly í fjør, hevur gjørt verkið Lomb, har endamálið er at sýna fellið í einum haga. Uttasti karmur er passpartout í avtalaðu støddini, innaní er glaslok, sum er 40x40 cm og 8 cm høgt, klárt at opna. - Kassin er gjørdur soleiðis, sum granskarar goyma summarfuglar og seta teir á nálir, so vit kunnu hyggja og síggja deyðan. Havnar træsmiðja hevur gjørt kassarnar, og sjálvt tilfarið innaní er úr skinni av deyðføddum lombum úr sama haga. Sum butterflies, summarfuglar á knappanálum í glasborðum, sigur Poulina og ger viðbreknað handverkið sterkt og persónligt. Meðan hon heldur kassan upp fyri mær, hugsi eg, at hetta  er definitiónin av list. - Vit mugu førleikamenna okkum út úr komfort sofuni, sigur hon.

Hekla hekla er heitið á hvíta og gul verkinum hjá Randi Samsonsen. - Hetta er ein maxi versión av siðbundnum heklimynstrum, ein viðmerking til tey knýttu veggjaprýðini, sum vit kenna serliga frá 1970'unum, sigur Randi.

Kára Gunna Óladóttir og dótturin Óluva hava gjørt SummarGrin við enska heitinum GreenSumnmer. Tær hava Keramikkstudio No10 aftanfyri Auto í Havn, og siga, at íblásturin er úr bø og haga. Aftanfyri síggjast Hans Juul Nystrøm Hansen, Jóhanna av Steinum og Randi Samsonsen, sum hanga upp.


Undir heitinum Frá óslípað til slípað, ger Turið Nolsøe Mohr silvurprýði við føroyskum basalti. - Ætlanin er í einum prýði at transformera ráan stein til skreytsetin, sigur Turið og heldur prýðið framm fyri mær, meðan verkið hjá Malunu og Odu Fosaa, sum er úr seyðaskinni, kópaskinni og fiskaskræðu, stendur aftanfyri.

Meðan eg gleðið meg til framsýningina, 12 karmar, sum letur upp Mentanarnáttina klokkan 17, gangi eg inn í næstu høli, ið eru Steinprent, har framsýingarheitið er Sjá tú blánar. Hildnar saman av merkislitunum eru meistarligar svart-hvítar fotomyndir, sum Ásmundur Poulsen hevur tikiðið í eini farnar tíð, sum fototekniskt neyvan kemur aftur, so sjáldsama góðar eru tær, eisini at fanga løtuna og siga søguna. Magnus er gesturin í durinum.

Á Kongabrúnni ganga ungar møður við barnavogni út á Tinganes, men besta motivið, ið kemur fyri linsuna í dag, er kúputa vindeyga á hekkuni á einum gjøgnumskygdum Toyotavøruvogni, sum endurspeglar Fútastovu. Góða Mentanarnátt í morgin!