17.6.16

Summar í smuttholinum


Í kvøld verður grindafilmurin hjá skotska Mike Day The Islands and the Whales frumsýndur á altjóða filmstevnuni í Edinburgh, sum í ár hevur 70 ár á baki, og er elsta filmstevna á okkara leiðum. Hetta er fyrsta sýning í Evropa. Omanfyri sæst, hvussu filmurin verður lýstur í prentaðu skránni. Filmurin er bretskt amerikanskt danskur. Niðast í skránni stendur við ávarandi feitum stavum, at filmurin inniheldur dokumenterandi myndir av djóraveiðu og slakti. Løgið, at tað sama ikki verður upplýst, tá vit ganga inn í McDonalds og Burger King at keypa ein burgara hinumegin vegin. Vóru eingi dýr dripin tá? Hvør umsitur selektivu upplýsingarskylduna, tá filmar enda og siga, at eingi dýr vórðu pínd, tá hesin og hasin filmur vórðu gjørdir og sýndir? Ella er tað bara ein spurningur um makt hjá altjóða lobbyistum at verða sæddir, krevja limagjald og lata eyguni aftur fyri rest?


Og tá eg hyggi út a vágna í morgun eri eg sannførdur um, at so er. Einki samband er millum náttúru og tøkni, tað reina og tað skitna. Í mong ár hevur orðið pristine verið brúkt um fisk úr heimsins reinasta havi. Tað er sjálvandi okkara, hóast eg neyvan havi nakra trygd fyri, at fiskurin ikki er keyptur úr øðrum sjógvi. Aftur í ár liggur tóma gasstangaskipið Artic Lady úr Hammerfest fyri ýla á heimsins flottasta firði og osar útlát til onga himmalsins nyttu annað enn at spara pengar hjá eini fleirtjoða fyritøku. Vónandi verður Co2 útlatið, sum nú er føroyskt, goymt hjá avvarandi myndugleika, nú bukkevald ikki er til longur og alt er so reint, sum tað eigur at vera í einum eksemplariskum valári. Ná, nú fari eg aftur til arbeiðis.


Heystgreinin til Alt For Damerne um blómubindaran Reinicke er liðug, og undirvísingarliga síðan um amerikanska forsetavalið bíðar fyri framman. Tað valið verður sama dag sum okkara egna kommunval, tann 8. november. Haldi, at valfepurin er longu farin at gera um seg. Serliga downtown Tórshavn við skúlum, apotekum og skeilettum. Men her er arbeiðsborðið henda góðveðursdag í smuttholinum.