Skip to main content

Til lukku, Marjun og Hanus!


Til lukku, Marjun og Hanus. Í allari hemmiligheit skuldu tey siga ja, at ganga í hjúnalag á skrivstovuni hjá Heðini á Vaglinum. Men veðrið var gott og trappan nýggj, so eftir lítlari løtu varð vígslan flutt út á nýggju trappuna í Vágsbotni.


Heðin helt eina góða røðu, sum vanliga verður hildin innandura við tílíkt høvi, har bara fá hoyra. Men uttandura kemur góða røðan fyri parinum til sín rætt, fyrst og fremst tí, at so nógv eru møtt, men eisini tí at ein dj, Árni Vitalis, úr vøruvogninum við standmyndina av Nólsoyar Páll, læt Guns N'Roses ljóma yvir alt torgið við November Rain. Tað gjørdi sameinandi løtuna fulkomna.