Skip to main content

Cameron murrar í hægstu agurkutíð


Mánadagin visti BBC og øll pressan í heiminum at siga, at fráfarandi bretski forsætisráðharrin, David Cameron, murraði ein tóna eftir at hann hevði latið hurðina upp í Downing Street 10. Kanska verður tað eitt nýtt bretskt ferðamál, at vita um tær eydnast at fáa ein breta við stiff upper lip at murra. Men kanska er orsøkin heldur at finna í pressuni, sum hesa ársins tíð altíð dyrkar agurkuna.


Í skúlabókini Fjølmiðlar skrivaði eg í 2008 soleiðis:

Agurk er góð og kann brúkast til mangt og hvat í føroyska húsarhaldinum. Men á hásumri leggur agurkin navn til lægsta felagsnevnaran í fjølmiðlaheiminum

Summartíðin er ikki hin besta til tíðindi. Løgtingið er í summarfrí, og flestu starvsfólk, ið taka avgerðir, fara í feriu.

Skúlanir eru tómir, og loftmiðlarnir taka sendingar av skránni. Hjá teim journalistum, ið eru til arbeiðis um summarið, eru tí fá at spyrja og enn færri, ið tíma at lesa, lurta og hyggja.

Sama er galdandi á jólum, men tað er bert um summarið, at hugtakið agurkutíðindi verður drigið fram.

Tað vóru týsk handilsfólk, sum í 19. øld fóru at brúka hugtakið sauregurkenzeit, um ta tíðina á árinum, tá agurkin er búgvin. Umvegis danskt er orðið komið inn í føroyskt. Bretskir journalistar kalla hesa tíðin á árinum the Silly Season.

Í báðum førum er talan um hásummartíð, sum vit kanska kundu knýtt aftur at hundadøgum.

Eru stór tíðindi at bera, tá vit raka agurkutíðina, velja vit at goyma tíðindini til samfelagið aftur er í gongd. Tá kunnu vit leggja røttu lunnar undur kjakið. Dømi um hetta er kanningin hjá Mentamálaráðnum um happing í skúlunum 2007. Hóast kanningin er liðug og úrslitið er
greitt, so velur myndugleikin at goyma tíðindini til agurkutíðin er av.

Vit kunnu siga, at tíðindi eru ein vøra, ið verður send á marknaðin, tá umstøðurnar eru bestar. Ikki fyrr enn tíðindi eru framleidd og kunngjørd, gerast fólk varug við tey. Skúlatíðindi blivu til, tá Lærarafelagið fór undir egna tíðindatænastu og valutatíðindi blivu til, tá Eik, táverandi Føroya Sparikassi, fór undir egna tíðindatænastu.

Tey tíðindi vit aldri verða varug við, eru ikki tíðindi og skapa einki kjak.

(Lesið meir um hetta stórmál og finnið sitat og uppgávur í skúlabókini Fjølmiðlar, Føroya Skúlabókagrunnur 2008)