27.7.16

Faroe Pride í 2016


So er fyrsta stóra tiltak í ólavsøkuskránni fari av bakkastokki. Tað var ovarlaga á fólksins Vagli og niðast á handilsins gongugøtu, heilt nágreiniliga mitt millum løgting og býráð, túsund ára gamla parlamentið og 150 ára gomlu kommununa. Snøggari staðseting kann valla finnast at máta fólksligu undirtøkuna og fáa eina hóming av, hvar á himmalinum LGBT, sum í sjey ár hevur skipað fyri hesum tiltaki, stendur. Gamaní er Eiler fremstur, sum sæst á myndini omanfyri, men honum á baki ganga fleiri túsund, onkur sigur fimm og onkur sigur tíggju, eg gevi teimum øllum rætt, tí undirtøkan er so stór og breið, at tøl hava ongan týdning. Og mitt í gonguni í ár er amerikanski sendiharrin í Keypmannahavn, Rufus Gifford, og maður hansara. Ja, maður hansara. Sjálvt Amerika hevur veitt sítt vælsignandi samtykki, tá um borgarliga samkynda giftu ræður.


Við føroyskum flaggi í reversinum poserar hann eina løtu millum fólk á tinghúsvøllinum, júst so sum ein útsendur eigur at gera. Fryntligur og fagnaður.

So gera 200 klárt á pallinum við serstakliga saftigum ljóði og passaliga eggjandi sangum, beint frammaná. Soleiðis skal tað vera. Tað er heilt 200. Og verri verður tað ikki, tá Eiler leggur Niels Arge Galán lag á og sigur, hvar tey fleiri enn fimmtúsund standa!


Beint fyri pallin er Poul Michelsen fyri Framsókn, sum hevur havt eina greiða støðu í málinum um samkynda giftu. Millum tey, ið fingu ársins heiður frá LGBT, var Hanna Jensen úr sama flokki. Saman við Poul sæst Kári Olsen, útvarpsmaður.


So kunnger forsangarin í MC Hár, Niels Uni Dam, hvør er næstur á skránni at halda røðu. Tað er amerikanski Rufus Gifford, sendiharri í Keypmannahavn. Niels Uni er í ársins mest flamboyanta klædningi, ljósareyður og gjørdur úr toyi, sum hann sjálvur hevur funnið, og Laila av Reyni hevur sniðgivið og seymað,

Heimafturkomin í Tórsbyrgi stendur grannin, Hans Jákup Hermansen, í túnum og sker, nærlagdur sum altíð, fongin úr Hvannasundi, har tvær grindir, tilsamans 135 hval, løgdu beinini. Einaferð verður hetta gott at fáa undir tonna. Nú er ólavsøkan byrjað.