Skip to main content

Livandi Útvarp tá tað er best


Teldutala

Liggur tú við krími er vandi fyri at tú hoyrir, hvussu gott Útvarpið er. Til dømis í morgun.

Eftir klokkuni er fyrst at nevna teir góðu Morgunlestrar, sum hava verið seinastu tíðina. Frálíkt við nýggjum røddum og nýggjum vinklum.

So er Summarmorgun, har redaktiónin, ja tú leggur til merkis at her er ein virkandi redaktión, hevur fingið borgarstjóran á Eiði og eitt mótstøðufólk úr somu bygd í studio. Ikki via telefon, sum ein svartur óvani er í Útvarpinum, men laiv í sendistovuni. Hetta er einki annað enn fantastiskt at hoyra og fylgja við í.

Báðir partar sleppa til orðanna í einum máli, sum hevur skapt syngjandi øsing, kanska tí tað nemur við stóra málið um viðurskiftini millum óspilta náttúru og frambrúsandi menniskjað. Nú sum eitt ítøkiligt mál, sum vit øll vilja fáa innlit í, so vit kunnu gera okkum eina ávegis mynd av, hvat vendir upp og niður á Eiði. Og so varð høvið at senda sms og fáa boðini lisin og svarað tann vegin eisini. Soleiðis er gott Útvarp. Tað súklar bara. Sum tey nú kunnu gera ótarnað um Svanes og øll hini nesini kring kendasta vatnið í verðini.

Tá Eiðisvatn, hitt størra, har suðri á Vatni, skuldi byggjast út, mótmæltu eisini eiðisfólk í Havn. Tá hoyrdi eg eitt tílíkt fólk fáa at vita frá næsta slektningi, sum ikki var flutt av bygdini: “Hvat feilar tær? Vit hava eitt stórt vatn og nú fáa vit eitt enn størri!”. Nú eru teir báðir farnir og eftir stendur hugmyndin av materialistiska eiðismanninum, sum krøkir seg í eitt argument fyri at fremja sín egna vilja. Men nú úttalaði eg meg aftur sum eiðismaður í útlegd, ið bara hevur mist eitt fotomotiv. Tað havi eg ongan rætt til. Mea culpa.

Og so sang Høgni fyri fyrstu fer í livinum: "Glaður, glaður, glaður eri eg, halelujah!" Hasa strofuna við Høgna eigur 200 at gera eitt nummar burturúr, Zappa style.

Tit skriva, vit spæla er ein slitsterk og heilt okay ífyllusending, har tað virðismiklasta er lurtarasambandið. Tað hevur Útvarpið brúk fyri, nú tað er komið á fíggjarlógina, har alt er uttan andlit, og ikki longur er eitt ásjónligt innkrevjingarkort til hvønn einstakan lurtara einaferð um árið.

So er ein fín sending við Lenu og Niclas, sum næstan er ljóðmynd. Ein biltúrur til Salem ljóðar sjálvsagda heitið, tá verturin og flestu lurtarar eru úr bíbliubeltinum, sum bindir allar Føroyar uppá gott og ilt. Ein fín sending, sum tó var alt ov drúgv. Kill your darlings, kill your darlings. Klipp, klipp. Hatta vóru boð til útvarpsfólkið, ikki eiðisfólkið.

Og so eru vit bara komin til middags hin fyrsta í sjeynda. Takk fyri ein góðan fyrrapart við góðum úvarpi. Og hví eg ikki nevndi sjónvarpið? Tí eg havi slettis ikki hugt eftir tí, føroyska sjónvarpinum, seinastu tíðina. Men nú er tað kaffi og Strepsil.