Skip to main content

Mjørkagrønur leygardagur


Helst var grønt í øllum landinum í dag. Sólin skein í løtum, og so var sirm og toka, sum her í Saksun. Tá gerst bøurin serliga grønur fyri linsuni. Á Eiði vóru tveir veðrar, sum amaðust uppá okkum, tá vit steðgaðu á einum møtiplássi undir Loranstøðini við útsýni mótu svanaleysa vatninum og bóltfylta hólmanum. Veðrasnýnið minti meg á hugtakið veðranøs.


Undir Slættaratindi, áraka Vabbisá suðuri á Elvatni, savnaðist allur seyðurin í geiranum, sum frá vegnum er sprædnur við avfalli úr alivinnuni. Um tað er gott ella ringt, veit eg ikki, men seyðinum dámdi vøksturin, sum rennur upp úr jørðini, eftir at alt hevur verið sviðið av eina tíð, men nú er grønt. Sigst, at kjøtið verður gott eisini.