Skip to main content

Norðureftir


Eftir G! festivalin eru bara tómar hangikoyggur eftir á sandinum í Gøtu. Vit eru farin biltúr norðureftir og ætla at síggja Kópakonuna í Mikladali. Men í dag er fleiri, ið hava fingið sama hugskot.


- Nei, hendan túrin sleppa tit ikki við í dag, og tað er so langt í frá, siga teir báðir Steinbjørn, sum var miðvallarleikari á søguliga 66-liðnum hjá KÍ, sum Suni Merkistein lýsti so meistarliga í heimildarfilminum 66-liðiðog Jákup Isaksen, sum er lærari.


So er at fara niðan á Magn-støðina at keypa kaffelatte og leggja nýggja ferðaætlan. Við magnaðum kaffikrússunum fari eg við skálkinum aftan fyri oyrað oman til egningarmannin at taka eina klaksvíkska havnarmynd. - Hey, kaffelatte, er tað ikki tað, tey drekka í Havn? Sigur trukkførarin, Sjúrður Klakk. Vit fáa eitt gott prát, og gera av at fara til Viðareiðis.


Øvrighetin hevur av einslistum sett ferðsluljós upp fyri hvørt bilaslag, so til ber at koyra lagaliga gjøgnum trongu einsporaðu tunnlarnar, var tað ikki fyri tveimum lokalum ferðslubúllum, annar gráur taksabussur, sum við højan hast yvirhala okkum millum tunnlarnar, tá ferðsluljósið skiftir frá reyðum til grønt, og vit loysa bremsuna og gera okkum til at koyra. Ivist, um teir yvir sóu okkum, tveir bilar millum tunnlarnar, sum bíðaðu eftir grønum. Ja, kenni meg sum Viderø í Jorsølum, tá hann undrast at bilar yvir høvur eru her. Hvat vilja teir, og hví hesin ágangandi fartur, altíð at skotra seg ímillum og aldri orka at hava ein fremmandan frammanfyri? Er tað ein basilla, sum er serliga hervilig á bygd fyrst í einogtjúgundu øld? Men á Viðareiðisvegnum, har sýnið yvir á Múla er so vælsignað og stillandi, hevur ferðsluøðin lagt seg. Alt er stilt.


Unga parið, Jógvan og Anne, sum er við í ferðini, stillar upp við Norðhavinum í baksýni annan vegin og Hvannasundi hinvegin. Fitt, at verða vælsignaður við so fittum ungfólkum. Alt tað besta til tykkum!


Viðareiði er eitt tað besta føroyska myndaevni, sum kann koma fyri eina linsu, føroysk ella útlendsk. Her eru dekadentir smálutir sum plastikkblómur í vindeyganum, søguliga andandi rustur og grøna fjallasíðan, sum fyllir alt sýnið, heilt upp í krámandi mjørkan, sum mann hava kveikt ikki bara Christian Matras í orðum og hugsjónum um at sigla fram úr mjørka, men eisini trøllsligu pastellmyndirnar hjá Williami Heinesen.

Umframt at standa á helluni og eygleiða skiftandi summarljósið, eri eg so púra burtur í gomlu restaureraðu lonini hjá Sverra Steinhólm, síðani eg møtti honum á Húsabrúgv í Havn í síðstu viku, har hann savnaði gomul bretti at brúka til ein búðarhjall her norðuri.


So fara vit suður aftur, koyra eftir Viðareiðisvegnum og framvið nýggja tunnilsmunnanum inn í tunnulin Norður um Fjall.


Í Klaksvík vitja vit Edward og hoyra um fyrireikingar til Ólavsøkuframsýningina. Vit møta Gunnar Nolsøe á bensinstøðini og fritta hann um arkitektur og matstøð, nú vit síggja tær 30 íbúðirnar hjá Bústøðum, sum verða lidnar á Biskupstorgi á vári í 2017. Ein stórbær ætlan, sum tykist liggja sjáldsama væl fyri. Men Gunnar, sum ofta hevur arkitektur á lofti í útvarpssendingunum, heldur, at í so mong eru farin at byggja og mála hvítt og grátt kring landið í dag. Marglitta føroyska bygdin er um at hvørva, heldur hann, og mælir við einum smíli til, at vit heldur hyggja eftir reyðum húsum á hinum Klaksvíksarminum. Hvat viðvíkur matstøðum ein gerandisdag um nátturðatíð, skjýtur hann upp matstovuna Herford, tí fult er hesumegin hjá Fríðu. Vit so gera. Og fyrstu hús, vit síggja eftir døgurða við kaliforniskum zinfandel reyðvíni, eru knallreyð við reyðum bili og einum reyðklæddum rennara fremst fyri. Veit ikki um tað var vínið, men hetta má í kassan.


Ávegis til Havnar ringir Amariel og bjóðar inn á gólvið, nú hann arbeiðir við nýggjari framsýning, sum letur upp heima í Lambagerði 1 ólavsøkuaftan klokkan 16.


Á køksborðinum, millum listabøkurnar í Lambagerði, er ræstur fiskur, sum hjá útlendingum stendur ramur í næsarnar


Amariel sigur væl upplagdur søgur um list gjøgnum tíðirnar, og um at liva sum myndlistafólk í upp- og niðurgangstíðum.


Vinmaðurin Anker Mortensen hevur framsýning í Listaskálanum. Ólavsøkuframsýningin skal setast upp, so nú er seinasta høvið at síggja "Tað andaliga í málninginum", sum er heitið á framsýningini hjá Anker. Minnist ikki at Listaskálin hevur verið so sakralur í uppseting við skyggjandi gyltum himmalljósi fyrst fyri, og tí havbláa, sum stundum rekur út í grátt, úti í sjálvum myndasalinum, sum í dag. Myndaheitini siga alt. Í einum endaleysum ljóshavi, blæsur vindurin hagar hann vil. Nú er aftansálmur. Takk fyri litirnar, takk fyri dagin.


Savnsstjórin, Nils Orth, lýsir Anker Mortensen soleiðis í stóra og vakra kataloginum, sum er gjørt til framsýningina: "Anker Mortensen (f. 1961) er eitt av týdningarmestu nøvnunum í sínum ættarliði og telist millum tey bestu í føroyskari list. Við liti á lørifti roynir Anker Mortensen at sjónliggera tað ósjónliga. Útgangsstøðið hjá listamanninum er tann siðbundna, føroyska mentanin, soleiðis sum tað sæst á hansara heitum, sum sipa til støð, fólksliga list, barnarímur og sálmasang, umframt bíbliuvers og veðurlag. Eitt dømi um eitt slíkt heiti er myndin hjá Díðriki á Skarvanesi “Maanens Duuer” frá 1830-árunum. Onnur heiti eru meira bókmentalig so sum inngangsorðini til rímuna “Rógva út á Balta” og sálmurin hjá barokyrkjaranum Thomas Kingo “Sum ígjøgnum sortar skýggja”. Fleiri heiti vísa til Jóhannesar evangeliið: “Vindurin blæsur, hagar hann vil”. Onnur heiti vísa til forbergið Reynsmúli á Kirkjubøreyni og ymiskar lýsingar av vindstyrki. Hjá Anker Mortensen verður føroyski heimurin fluttur í ein abstraktan alheim, har formar og huglag kunnu vísa til útgangsstøðið, men tann fløkjasliga og broytandi heildin ber dám av vakurleika, varhuga og tí andaliga. Tær mentanarligu røturnar knýta seg at einari djúphugsaðari veru í einum gandakendum – ofta bláum – litrúmi. Ígjøgnum teirra ávísing til ein yvirjarðligan veruleika er listin hjá Anker Mortensen í ætt við gomlu ikonmálningarnar, sum júst eisini royndu at avmynda ein hægri heim. Í nýggjari listasøgu eru málningarnir hjá honum í ætt við magiskar fabulantar sum tann sveisiski modernisturin Paul Klee og tann danski Cobra-málarin Carl Henning-Pedersen. Viðvíkjandi tí hugfloygda kann listin eisini knýtast til føroysk listafólk, sum William Heinesen og serliga surrealistisku verkini hjá Elinborg Lützen."