6.7.16

The Islands and the Whales frumsýndur


Virðislønti heimildarfilmurin The Islands and the Whales verður sýndur í Filmsfelagnum í Havnar Bio 9. og 10. august, har leikstjórin verður til staðar.

Sýningarnar, sum eru almennar, verða kl 19:30. Atgongumerkjasølan er byrjað bæði á netinum og við skivuna í biografinum.

The Islands and the Whales er ein nýggjur grindafilmur, har skotski leikstjórin Mike Day eygleiðir og ber søguna hjá øllum pørtum fram á stóra løriftinum uttan at moralisera.


Fyrr hevur Mike Day gjørt heimidlarfilmin The Guga Hunters of Ness um súluveiðu á Sula Sgeir, Súluskeri.

Mike Day hevur filmað í Føroyum í fýra ár, frá 2011 til 2014. Tí kennir hann samfelagið og lyklafólk, sum hann hittir og letur siga teirra søgu, fyri og ímóti grindadrápi við egnum orðum í nýggja grindafilminum.


Pál Weihe er ein høvuðspersónur, ið umboðar kritiska og sakliga sjónarmiðið, har mælt verður frá at eta grind orsaka av heilsuvandanum, ið kemur av øktari kyksilvurdálking. Ein familja úr Kvívík umboðar hina síðuna. Pápin er grindamaður og setur eina æru í at veiða fugl og fisk sum part av sínum samleika. Vit frætta eisini frá abba hansara, ið sigur frá søgum úr gomlum døgum. Men kona grindamannin er útbúgvin sjúkrasystir og er sostatt tilvitað um møguligu vandarnar við at eta grind, og vit síggja tey bæði kjakast. Hetta er ein søga um grindadráp, sum vit aldri áður hava sæð í biografi áður.


Fornisku huldufólkini gerast ein metaforur fyri javnvágina millum menniskja og náttúru í modernaða samfelagnum. Skulu vit gevast at drepa grind og missa eina elligamla siðvenju, ið er inngrógvin í okkara samleika? Skulu vit lata børn okkara eitrast av kyksilvuri og dálking í havinum? Hetta eru spurningar, ið heimildarfilmurin The Islands and the Whales vil hava okkum sjálvi at svara.


”Filmurin er ein visuelt og frásagnarliga hugbindandi uppliving við grindadrápinum sum reyðum tráði. Søgan er persónsdrivin og heldur seg tætt uppat grindadrápinum, soleiðis sum tað gongur fyri seg í føroyska samfelagnum. Tó er filmurin ikki óneyðuga partískur ella moraliserandi á nakran hátt. Viðurskiftini vera lýst uttan støðutakan, og hyggjarin má sjálvur meta um”, sigur ummælarin Knút Háberg Eysturstein í Sosialinum 24. juni í 2016.


Filmurin varar 84 minuttir, hevur føroyska talu og enskan undirtekst. Eftir sýningina svarar leikstjórin, Mike Day, spurningum.

Her er filmurin á Facebook.