Skip to main content

Tríggjar stórbøkur til summarið


Við bókini Marius Olsen / Prent 1980-2016, ið hevur nett somu stødd sum ein LP-plátuhúsi, hevur eitt tað virknasta forlagið í landinum eftir stuttari tíð givið út tríggjar stórbøkur. Eina um Seyðahald og eina um William Heinesen og nú hesa. Lítið prangandi finni eg nýggju kvadratisku prentlistaligu bókina við 400 blaðsíðum um Marius Olsen undir yvirskriftini pappírsbók í útgávuskránni hjá Sprotanum. Tað er nokkso stuttligt. Pappírsbók í talgilda meldrinum. Og tað innbundin í stívari permu og stórum broti.


Ótroyttiliga drívmegin í Sprotanum er Jonhard Mikkelsen, sum her sæst í Reinsarínum í sambandi við hóskvøldstiltakið Orð og Tónar. Niðara myndin er av Hotel Føroyum, tá russiski høvundin Mikhail Sjisjkin vitjaði í 2012 og Sprotin gav út Brævabókina.


Kanska var tað við bókini um KOKS, at forlagið Sprotin legði seg eftir tí slagnum av bókum, sum úti í heimi verða kallaðar coffee-table books, og í ensk-føroysku orðabókini hjá sama forlag verður lýst sum "ein stór og dýr myndskrýdd bók". Ja, beint til kampingvognin í heita summarinum. Men dýra haldi eg hana ikki vera.


Nýggja bókin um Marius Olsen er úrval av tí besta, ið meistarligi grafikarin hevur avrikað í 36 ár. Tí er hon ein úrvals kaffiborð-bók at blaða í og fáa innlit í, síðu fyri síðu. Gunnar Hoydal, Jan Andersson, Ilona Raipala og Inger Smærup Sørensen hava skrivað tekstin, og Marius skrivar sjálvur um prenttøknina í bókini, sum er á føroyskum og enskum. Her havi eg avmyndað Marius í Listaskálanum, tá stóra framsýningin við Tommy Arge var í februar í fjør.


Bókin varð løgd fram í Norðurlandahúsinum 17. juni, afturvið stórari framsýning við verkum hjá Mariusi sjálvum, sum enn standa uppi. Flestu verkini eru gjørd hjá Jan Anderson og Fríðu Matras Brekku í Steinprenti, sum byrjaðu virksemi fyri 17 árum síðani, og í nøkur ár hava hildið til í søguligu hølunum hjá Öström á Skálatrøð. Framsýningin hjá Mariusi sæst í Norðurlandahúsinum fram til 16. august.

Millum prentini hjá Mariusi eru sitat hjá Inger Smærup Sørensen, sum í 2008 gav út Livandi list, og sigur soleiðis um aktuellu listaverkini: "Tey glæsiligu verkini hjá Mariusi Olsen rúma óendaliga nógv løg. Eftir eitt lag koma fín, viðbrekin og lýrisk løg til sjóndar. Skemtilig, sjálvt speisk løg, gátufør, innilig, symbolistisk løg og sniðfundig, filosofisk løg avdúkast spakuliga. Beint fyri eygunum á okkum vaksa løg við ekspressivum ørskapi, løg við nossligari ornamentgleði og løg við eini vakrari, myrkari dýpd, sum tað bara ber til at finna í listaverkunum hjá Mariusi Olsen. Onki annað stað í heiminum."


Í summar fer Tóroddur Poulsen at arbeiða og sýna fram í Steinprenti. Hann er við í framsýningini Sjá tú blánar, sum er á skránni beint nú. Omanfyri er hann avmyndaður í Steinprenti í juni í 2013. Í heyst fer Rannvá Kunoy at arbeiða í Steinprenti. Niðanfyri er Ranvá avmyndað saman við Elsu av Reyni, konu Ingálvs, tá framsýningin Frontal læt upp í Norðurlandahúsinum í juni í 2010.