Skip to main content

Bygdabollar


Ólavsøkan er farin aftur um bak, og nú eru bara bygdabollar eftir. Alt er uppselt, sjálvt feriudagarnir eru uppi. Fyri at umskrivað besta yrkjaran og aktuella leikritahøvundan, Jóanes Nielsen, so eri eg í dag sannførdur um, at bygdabollarnir eru tær einastu tempulsúlurnar, sum vit eiga í Føroyum.

Henda nýbakaða sannkenning kom til mín, tá eg tosaði við kanadiska phd granskaran, Joshua Green, um samleikan í føroyskari tónleikasøgu, og aftur við útvarpsmannin við góðu røddini, Jákup Magnussen, í Kringvarpsgongini í gjárkvøldið, tá eg, móti viljanum hjá Pól Martin, klókaði meg uppá Wenders. Kjakið hjá okkum snaraði í báðum førum um spurningin, hví allur vánaligur útvarpstónleikur altíð og uttan undantak verður kallaður country.

Er tað av sjangrublindni? Og hví siga vitborin havnarfólk, at tey, sum lurta eftir country, lurta eftir tí slagnum av tónleiki, tí tey kenna ikki annað? Hvussu ber tað til, at tónleikasjangran country, og tey, sum lurta eftir henni, eru blivin prügelknabe? Ikki tí, eg eri ikki countrytónleikari, lurti mest eftir Pink Floyd, havi aldri verið við línubáti og gangi ikki í grind.

Men so mikið stuttligari haldi eg tað vera, tá countrytónleikur av øðrum verður mettur sum ándsforlattur, retarderaður, sjavinistiskur, fangaður av vemmilgum kapitalinteressum, sum eru skýrdar og skúmaðar í religiøsari Jim Reeves sápu.

Tað skrivaði eg eina púra opna og ókeypis grein um í Mentanarblaðnum hjá Miðlahúsinum hesa tíðina í 2014. Heimlandstónar av botninum - og garantar fyri smakloysi í æviga dystinum um hin góða smakin kallaðist greinin, sum eg havi grinið hart eftir í morgun. Sætt at siga, visti eg ikki, at eg hevði eina stuttliga síðu, tíansheldur opnu. Klikk á slóðina, so kanst tú gera tað sama og flenna við okkum bygdabollum, nú summarið og frítíðin eru uppi.


Samstundis er Rolling Stonehaldið uppi og má endurnýggjast beinanvegin. Tað gongst illa, tí gjald- og haldaratænastan kennist ikki við bygdabollarnar í Føroyum. Men tá eg at enda skrivi 3800 DK, tá ber til. Føroyar flagga aftur, og gjaldið fer av Eik kortinum og gjøgnum allan tykisheim til Tampa í Florida. Kanska er tað sum í countrysanginum, at alt var betri fyrr. Sjálvt 40 ára gamla danska postnummarið er okkara bjarging. Nú fari eg at eta meg heilt út á bygd og fáa mær eitt karamel við kokus. Tað var gott - fyrr!