17.8.16

Eiturkoppaveður


Meðan maðkaveður er kent á bygd og í bý sum slavið veður, tá ið vandi er fyri at maðkur kemur í kjøtið, so er eiturkoppaveður so ókent fyribrigdi, at nú eru stundir at finna uppá tað. Eiturkoppaveður. Framman fyri rútinum er hetta lítla áttaføtta kyktið, araneida, sum ger sær nót at veiða dansandi síðsummarshuldur í. Huldan tyngir netið. Tað sæst best, um ein sponsk sitrón verður løgd á svarta garðin aftanfyri. Eiturfon kallar onkur ta spunnu nótina, sum er púra ópolitisk og uttan maðk. Her sæst hann arbeiða seg niðureftir, eiturkoppurin, í slavnu lýkkuni.


Á Syðradalsvegnum sigur hitamátarin í bilinum at hóast klokkan er farin av átta so eru 16 hitastig úti.


Farin um rulluportrið Norðuri á Trøð á Velbastað síggi eg, at bøurin er sligin og allir bøndur eru til arbeiðis.


Seyðurin ger tað sama, sum hann ger alt árið í kring, etur og etur. Frá Hoygarðinum til Fosdalsá í næsta dali hava teir tendrað ljósini á traktorunum, ið savnað grasið. Traktoregg rópar onkur tað, sum nútímans traktorar leggja eftir seg.


Niðri í Syðradali eru traktoreggini løgd á rað, so tey eru snøggar hvítar strípur í grøna lendinum.


Meðan trøllsliga tokan rullar oman úr fjøllunum, so alt sæst og hoyrist betri enn vanligt, er seyðurin summarkátur og stútast við vegjaðaran.


Á bønum eru villgæs í hópatali, sum rýma í allar ættir, tá eg steðgi bilinum og gangi móti teimum at fáa eina hópmynd av bólkaðum villgásum á føroyskari jørð. Og eitt bil seinni hava tær skipað seg. Líka so óskipað og ótamd náttúran er, eins skipað og skilvís kann hon verða í næstu løtu.

Trøllsliga Fossdalsgjógv er enn har og bíðar eftir at næsti aljóða ævintýrafilmur kemur inn av havi og skolar upp á land.


Men henda grønskan er tað mest hugtakandi í kvøld. Ein grønska, sum stendur um at bresta og næstan verður blá, so mettað er hon. Ivaleyst eru gæsnar undir Syðradalsá samdar um tað sama. Grønskan, sum undir fjøllunum er í øllum.

Í kvøld røkkur kommunala grønskan tó ikki oman á Bursatanga í Havn. Har stendur ein rustað bingja, sum einaferð var grøn. Veit ikki, hvat er í henni, men uttaná stendur TÓRSHAVN.


Trukkar og treylarar koyra inn og út av Smyrli og aftanfyri rustgrønu bingjuna liggur eitt vakurt og harmoniskt skúlaskip úr Klaipeda í Litavia og speglar sær í føroysku vágni.


Kanska er dagurin í dag eitt lokkanetsportur millum summar og heyst, har vit fyrst eru øðrumegin summarportið og so hinumegin heystarportrið. Tað er eiturkoppaveður í lýkkuni.