20.8.16

Flower Power í Fútastovu


Tað er fríggjakvøld og seinsummartokan rullar oman yvir Havnina. Umborð á Ternuni krøkja Eirikur og Helena bátin hjá bróðurinum, Ova Joensen, í bilin. 30 ár eru liðin síðani hann róði til Langelinie og nú skal Diana Victoria til Klaksvíkar, har Sjómannadagar eru.


Heldur enn at vinna eina Gekkamillión í Kringvarpinum, fóru vit í Fútastovu at uppliva flower power úr Hoydølum og føroyska summarlambið úr Kollafirði. Her eru blomstur at seta í knappaholið og urtir at eta, beint av prýdda borðinum.


- Hetta er føroyska summarið, sum eksploderar, sigur Jóhan Mortensen. Hann er drívmegin í gastronomiska kalendaranum hjá matstovunum Heima í Havn, sum John Mikkelsen rekur fyri Johannes Jensen og samtakið Gist og Vist. Virksemið veksur og skjótt verður Mikkeler eisini í gomlu Gongini, har Gullhornið, sum nú flytir í Klokkarastovu, hevur verið. Innkomin, bjóðar John ein Mojito, har myntan er frá Ullu Boje Rasmussen, sum gjørdi Gásadalsfilmin, og upprunaliga hevði hana, myntuna, frá abbanum í Belfast. Og haðani er ættin hjá avstralska Brent. - Soleiðis gongur alt í ring, sigur Jóhan, meðan John bjóðar Mojito.


Fyrsta, eg altíð hefti meg við í hesum húsum, Fútastovu, og í grannahúsunum, Nýggjastovu, eru niðurlendsku blámálaðu kaklarnir úr Amsterdam. Teir hava egna søgu at siga. Kanska stava teir frá 1600-talinum.


Á síðuborðinum við útsýni mótu Kongabrúnni standa kryddaðir snapsir. Teirra millum er ein úr røliku, sum Jóhan sjálvur hevur heintað, og latið í. Aftanfyri hómast blómurnar.


Fríggjadagin vórðu tíggju lomb frá Royndarstøðini í Kollafirði flett, og frá Veltuni heima á Sandi eru komin nýupptikin summarepli, røtur og grønkál. Afturvið eru føroyskir soppar frá einum loyniligum stað, sum bara Jóhan veit um, og so urtir, salat, jarðber, rabarbur og hyllublómur frá Gróðurstøðini í Hoydølum.


Jensina og Hildur hava sett plantur og grønmeti úr Hoydølum saman til kokkin at brúka, og ikki minst okkum at smakka og elta í lógvanum við borðið. Til dømis hvít jasmin, ið smakkar sum agurk, og henda grøna, ið kundi verið brúkt at vinda um ostin, heldur stuttligi síðumaðurin, John Gynther frá Arla Unika.


Hóast ólavsøkuseyður ikki er ókent orð, og fuglur er at fáa í Vágsbotni, er summarið ikki væl umboðað í føroyskari matlist. Tað heldur Jóhan, sum saman við John og avstralska kokkinum, Brent, hevur spunnið hesa blómandi matskránna við lambi og grønmeti. - Hetta er føroyska summarið, borðreitt við kærleika sum í Babettes gæstebud, sigur Jóhan, og peikar á einastu lutir, sum ikki eru føroyskir í skránni. Tað eru Arla-ostarnir og vínið, ið sommelierurin John hevur valt. Alt hitt er úr føroyska summarinum. Vínskráin er úr Bourgogne, Rhoné og Alsace, og so Sjampanja og Sjerri umframt tann perlandi fríska Føroyamojito.


Undan forrættinum eru brellbitar við lambslivur og myntu, og so ristað breyð við ager soppum í oregano, mjúkt og rómakent, helst av bestu soppum, ið finnast í landinum.


Tatar, rátt malið kjøt, av seyðaryggi er fyrsti forrættur. Sjáldsama leskiligt við grønkálsalati og broysknum lambsleggi.


Næsti flower power forrættur er lambshjarta við sólberjasós, og triði forrættur er lambspylsa við summarsalati.


So  kemur høvuðsrætturin inn á borðið. Tað er grillað summarlamb við eplum og gularótum. Eplini eru fyrstu summarepli í ár heiman av Sandi.


Innan vit koma til ostarnar, er nógv at tosa um. Jóan Pauli Joensen heldur talu um føroyska summargastronomi, og tosar her við bygdafelagan, Pál Weihe, um matmentan og matminni úr barnaárum í Sørvági.


Ostarnir, sum John Gynther borðreiðir frá Arla Unika, eru bláskimmelosturin Sirius, hin mjúkt feiti Hvid Dame og Trefold, og so Hvid Dame, sum er dehydreraður, turkaður, í Føroyum og skorin í spønir. Afturvið er skýr, hylliblóma og rabarbur, sum minna um tað besta chutney. Omaná er smásøtt við rósmarin og rabarbulakressi.


Ætlanin við hesum parti í matskránni er at kveikja føroyska ostagerð, sum ikki er ókend úr søgu- og kókibókum, sum Jóan Pauli Joensen hugleiddi um við høvuðsdenti á føroyska summargastronomi. Jóhan og stigtakararnir annars vóna at bøndur eisini fara at fletta um summarið.


- Kanska fer tað at verða vanligt í framtíðini, at ólavsøkudøgurðin verður fekst lambskjøt og fyrstu eplini heiman av Sandi, og grønmeti, nú okkara flora stendur í fullum blóma við hópin av átuligum urtum, blómum og soppum, sigur Johan Mortensen við Sosialin í Fútastovu.


- Tey, ið sáa hugflog, heysta veruleika, sigur danski síðumaðurin, John Gynther, og greiðir frá um útferð í Mykinesi fyrr um dagin og døgurða á Koks kvøldið fyri. - Tit hava alt beint uttan fyri dyrnar, ikki bara rávørurnar, men eisini lendið og náttúruna, sum hugtók ungu amerikansku og japansku døgurðagestirnar í Kirkjubø í gjár. Tey koma her einaferð í lívinum, hesuferð hjá tykkum, næsta ár onkra aðrastaðni, har autentisiteturin leiðir tey, sigur John, sum býr í Hedensted í Jútlandi og er mennari hjá Arla. - Vit vóru á Trøllanesi og har hekk ein Kristusmynd á vegginum. Tað hugtók meg, tí so høgar sum aldurnar eru har, er greitt, at tað er eingin annar enn Gud, ið bankar á dyrnar hvønn dag. Virðingin fyri tilveruni er hugtakandi, tí eg haldi at tit liva í pakt við guddómligu náttúruna, sigur John, sum er eins hugtikin av Kierkegaard, italskum tankum um slowfood og marknaðarfyribrigdum sum movers og adapters. - Movers eru uppfinnarar, íverksetarar og hugskotsfólk, sum Jóhan, hinumegin borðið, og so eru adapters, ið taka við og gera hugskotini atkomulig fyri ein avmarkaðan skara, sum aldri skal blíva hópídnaður, tí tá missa tit autentisitetin. Fimm prosent av hvørjum ættarliðið er nóg mikið, sigur John Gynter, og fiskar eftir nýggjum føroyskum orðum. - Eg elski at smakka nýggj orð, sigur hann. Eftir ymsar søgur, gevi eg honum føroyska orðið Kontórshavn, og hann gevur mær danska orðið flexitar, sum hevur verið í donsku orðabókini síðan 2009. Tað er ein vegetarur, sum onkuntíð etur kjøt. Flexitar. Skilji á lagnum, at hesin bólkur, flexitarar, er í stórum vøkstri. - Matur er ikki bara tað dna, sum er í fysisku vøruni framman fyri okkum, matur er fyri meg ein metaforisk uppliving, tað at seta orð á, sigur John. - Ein bilur er ein bilur, men ein Fiat er ikki ein Ferrari. Eg eri kræsin, men ikki kravmikil. Mær tørvar bara at fáa fimm prosent av marknaðinum. Tað leggi eg meg eftir. Ikki meir, sigur John Gynther. Hann var her við einum amerikanskum filmsliði í vár at filma Arla-ostarnar í Norðuroyggjum. Gongst eftir ætlan verður ostafilmurin úr Føroyum at síggja á Netflix innan árið er úti. Tað grør um gangandi fót í føroyskari matvinnu og matlist.


Í Vágsbotni stendur Argjabáturin sproytlakkeraður og kappaður av um tvøran. Tó stendur hann upp eftir enda sum eitt kongaligt gardarahús aftanfyri Nólsoyar Páll. Tað er til eitt mentanartiltak leygardagin, tá kvinnurenning og konsert við Hanusi G. Johansen verður í býnum, sum enn ikki hevur slept summarinum.