Skip to main content

Føroyskar bøkur á flog út í heim

Foto: Mureldur

Atlantsflog summarið 2016
Birgir Kruse

Málið er stórt og rúmar allari verðini, sum øll heimsins mál gera. Tá ein bók verður umsett, verður upprunaverðin løgd fram fyri øðrum. Tí er tað týdningarmikið fyri føroyskt mál, at bøkur verða umsettar og lisnar í øðrum londum. FarLit kann gera mun ímillum, at føroyskar bøkur verða verandi á heimabeiti, ella um tær fáa roynt flogið uttanlands.

Foto: Birgir

FarLit, ið stendur fyri Faroese Literature, hevur síðan 2012 arbeitt við at senda føroyskar bøkur út í heim. “Størsta orkan fer til luttøku á bókamessu í London, Göteborg og Frankfurt”, sigur Urd Johannesen, FarLit.

Foto: Birgir

Á bókamessunum hevur Urd fundir við forløg og týðarar at greiða frá um nýggjastu føroysku útgávurnar og eldri bøkur, sum fremmandi marknaðurin kann hugsast at hava áhuga í. Ein bókmentanevnd hevur valt út bøkurnar, sum verða lýstar í einum snøggum katalogi við royndartýðingum á enskum.

Foto: Birgir

“Í Göteborg ber eisini til at skipa fyri seminari við føroyskum rithøvundum. Í heyst verður seminar við Marjun Syderbø Kjelnæs, sum er aktuell við skaldsøgu, yrkingasavni og filmshandriti, og Carl Jóhan Jensen, sum við bókini ”Eg síggi teg betur í myrkri” er føroyska tilnevningin til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina. Moderatorur er týðarin Anna Mattsson”.

Foto: Birgir

“Hóast vit eru eitt lítið máløki, arbeiðir FarLit á øllum pallum at geva útlendskum samstarvspørtum og lyklapersónum eina veruliga fatan av, hvussu nógv hendir í Føroyum. Vit hyggja áhaldandi eftir, hvussu FarLit kann fremja fleiri týðingar og útgávur av føroyskum upprunabókum undir verandi kørmum, og vit vísa yvirfyri avvarandi myndugleikum áhaldandi á tørvin at brúka meira orku upp á týðarar og forløg, ið vísa føroyskum bókmentum ans”, sigur Urd Johannesen.

Rithøvundafelagið vil hava skúla og týðaragrunn 

Vónbjørt Vang er forkvinna í Rithøvundafelagnum, sum var stovnað í 1957 og telur 120 limir. “Størsti parturin av okkara limum síggja ógvuliga stórt í, at FarLit er har og vil flyta føroyskar bókmentir út í heim. Einasti vegur út um landoddarnar og burtur úr tí tjóðskaparliga rúminum er at fáa verk okkara týdd til onnur størri mál. Men vit hava alt ov fáar bókmentir, ið hava altjóða format at kappast á altjóða pallinum. Men onkrir høvundar eru so mikið góðir, at teir eiga ikki at smæðast at fara út um landoddarnar”, sigur Vónbjørt og ger vart við kørgu umstøðurnar hjá føroyskum rithøvundum.

Foto: Mureldur

“Allarflestu limir okkara krevja betri umstøður at skriva sjálvan skaldskapin, sum skal bjóðast fram uttanlands. Stuðulsmøguleikin skal betrast og bókmentaumhvørvið stimbrast við einum rithøvundaskúla og einum týðaragrunni, sum miðvíst týður føroyskan skaldskap til onnur mál. Menningin má byrja her heima, produktið má mennast, men FarLit er kul”, sigur ein fegin Vónbjørt Vang, ið umframt at verða forkvinna í Rithøvundafelagnum eisini arbeiðir á Býarbókasavninum.

Ebba fekk bøkurnar út í heim

Jóanes Nielsen er mest lisni yrkjari á føroyskum. Hann hevur eisini skrivað skaldsøgur, handrit til sjónleik og hvassar tíðargreinar í bløðunum. “At vit hava eina skipan, hvørs høvðusuppgáva er at slóða fyri útbreiðslu av føroyskum bókmentum, kann ikki kallast annað enn eitt framstig. Við slíkari skipan tryggjar mann sær, at ein áhugaður útheimur meiri støðugt fær at vita, hvat fyriferst í teirri føroysku bókaverðini”, sigur ídni høvundurin, sum býr yviri við Strond í Havn.

Foto: Mureldur

“Vitanin, ið fólk hava um lond, og kenslan tey hava fyri londunum, stavar í øgiliga stóran mun frá bókmentunum. Til dømis ber illa til at ímynda sær Ísland uttan sagairnar, Laxness og Sjón. Tað sama kunnu útlendingar ikki siga um Føroyar av teirri einfaldu orsøk, at so lítið enn er umsett til fremmand mál”, sigur Jóanes og leggur afturat, at enn er FarLit ein ungur stovnur, sum hann ikki kennir stórvegis til.

Foto: Birgir

“Takkað verið eldsálum sum Ebbu Hentze, sálu, Lars Moa og Hugin Eide, finst ein ávísur kunnleiki til mínar egnu bøkur uttan fyri landoddarnar”, sigur Jóanes Nielsen, rithøvundur.

Á heimabeiti ella á flogi uttanlands

Foto: Birgir

Jógvan Isaksen, sum er ídnasti føroyski krimihøvundi, nevnir eisini Ebbu Hentze. “Hon segði longu fyri mongum árum síðan, at um vit vildu hava føroyskar bøkur týddar, máttu vit sjálvi skumpa undir, tí eingin annar fór at gera tað. Fyri nøkrum árum síðan vóru íslendingar heiðursgestir á bókamessuni í Frankfurt, og Niels Halm, stjóri í Norðurlandahúsinum, sá til, at tað bleiv hildin fundur millum umboð fyri føroyskar og íslendskar bókmentir.

Foto: Birgir

Har fingu vit at vita, at um vit vildu út í heim við okkara bókum, máttu vit herja á í fleiri ár, helst fleiri enn fimm, áðrenn nakað fór at síggjast aftur. Tað er her, at FarLit hevur týdning. Við at knýta samband við forleggjarar og týðarar úr fleiri londum, gerst møguleikin at fáa føroyskar bókmentir út um landoddarnar størri og størri”, sigur Jógvan, sum býr í Nivå norðan fyri Keypmannahavn.

Eins og forkvinnan í Rithøvundafelagnum heldur Jógvan Isaksen, at týðingar mugu stuðlast við einari upphædd, so tað gerst lættari at fáa forløgini at gloypa, so tey ikki eisini hava hendan kostnaðin at stríðast við.

“Afturat hesum eiga vit at bjóða týðarum og øðrum bókmentafólkum at vitja Føroyar. Hetta gera flestu onnur lond, og tað økir um áhugan hjá hesum fólkum at takast við okkara bókmentir”.

Føroyski rithøvundurin í Danmark nevnir, at rithøvundar skriva jú fyri at verða lisnir, so tað hevur týdning, at teirra verk eisini koma á øðrum málum. Hann hevur sjálvur arbeitt sum forleggjari og kennir føroyska bókamarknaðin.

“Í flestu førum forvinnur tú einki soleiðis av hesum útgávum, men tað gert tú frammanundan sjáldan kortini. Hinvegin stuðlar hetta upp undir hugin at skriva, at eisini fólk í øðrum londum hava møguleika at lesa tað, tú hevur skrivað. Hartil er tað eisini synd og skomm, um føroyskar bókmentir bara skuldu verið kendar í Føroyum. Eitt lítið íkast haldi eg, at vit megna at veita til heimsbókmentirnar”, sigur Jógvan lítillátin.

Foto: Birgir

Fyrsta skaldsøgan hjá Jógvani Isaksen, “Blíð er summarnátt á Føroyalandi”, kom út í 1990, og varð beinanvegin týdd til danskt, íslendskt og týskt.

“Hetta hendi líkasum bara av sær sjálvum, og eg hevði nokk um oyruni við starvinum á universitetinum í Keypmannahavn og eini dóttur, sum var borin í heim stutt eftir. Síðan eru fleiri bøkur týddar, og nú eru tær á enskum og skjótt eisini á norskum. Men um tú skalt gerast metsøluhøvundur aðrastaðni enn í egnum landi, skalt tú bæði duga at skriva og hepni skal vera við tær. Fyri tey allar, allar flestu hendir hetta ikki, men FarLit kann í hvussu er gera mun ímillum, at bøkurnar verða verandi á heimabeiti, ella um tær fáa roynt flogið uttanlands”, sigur Jógvan Isaksen, sum er mest lisni føroyski rithøvundur.

Sólrún á bókamessu í Frankfurt

Fyri Sólrúna Michelsen hevur FarLit stóran týdning at náa einum víðkaðum marknaði. “FarLit ger rithøvundar og verk okkara sjónlig í bókmentaheiminum uttan fyri Føroyar. Tað mann vera langt ímillum teir rithøvundar, ið hava evnini og tíðina til at vera síni egnu marknaðarføringar- og sølufólk. Eg var millum teirra, sum sluppu við til Frankfurt”, sigur Sólrún fegin.

Foto: Mureldur

Síðani er ein bók útkomin á týskum og kemur út á norskum seinni í ár. Ein onnur verður umsett til týskt í løtuni og kemur út á norskum og donskum seinni í ár.

“Vónandi fær FarLit ta virðing og stuðul, sum skal til framyvir, so tey kunnu vaksa og mennast”, sigur Sólrún Michelsen, sum í fjør var í uppskoti at vinna Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri bókina “Hinumegin Mars”, ið hevur verið lisin í Útvarpinum.

At verða lagdur undir annan dóm enn hin heimliga

Carl Jóhan Jensen, rithøvundur og ummælari, sigur, at Farlit átti at virka sum ein umboðsstova, sum útvegar sambond við forleggjarar og umboðsstovur bæði hesumegin og handan Atlantshavið.

“Tað krevur sjálvandi í fyrsta lagi fíggjarliga vælvild frá tí almenna, tí í Føroyum hava forløg sum heild ikki umstøður til annað enn at kosta útgávuna og knappliga tað, hóast almennur stuðil er uppií. Umframt at vilja hava so nógvar lesarar sum gjørligt, so er tað eisini hitt, hetta at kunna, um eg so má siga, royna síni egnu verk móti teimum hjá øðrum. At verkið líkasum verður lagt undir annan dóm enn tann heimliga. Slíkt hevur ikki lítið at siga fyri ta bókmentaligu menningina”, sigur Carl Jóhan, sum býr í Brússel.

Foto: Birgir

“Eg havi upp á seg fáar royndir higartil. Men treyðugt so, nakrar av bókunum hjá mær hava verið týddar, eitt nú til norskt og íslendskt. Vansin er, haldi eg, at hetta er eitt sindur av einum lukkuspæli. Júst tí, at lítið og einki skipað arbeiðið hevur verið gjørt fyri at fáa føroyskar bøkur út á útlendskan marknað og at tað, sum hóast alt verður gjørt, er eitt sindur upp á gjøt og við skeivum áherðslum”, heldur Carl Jóhan.

Ein føroysk umseting kann røkka milliónir

Per Øystein Roland er fakbókaritstjóri hjá NORLA, sum føroyska skúlabókaforlagið NÁM hevur samstarvað við. Spurdur um týdningin at flyta føroyskar bøkur í annað mál, dregur hann fram 172 ára gomlu yrkingina hjá norska Henrik Wergeland “Følg Kaldet”.

“Wergeland yrkir um tað at vera skald á einum lítlum máli, ið hann sær sum ein verri lagna enn at vera ein ørn, sum er bundin við leinkjum og ikki kann flúgva út í heim. Skaldsliga ynski um at náa út til milliónir lesarar kann tykjast sum ein ógjørligur dreymur, tá ið bara fá duga at lesa tað, sum skaldið skrivar. Men gjøgnum umsetingar kann ein bók í veruleikanum røkka milliónir av lesarum, sjálvt um bókin er skrivað á føroyskum ella norskum. Eitt og hvørt mál er stórt. Tí tað rúmar í sær eina heila verð. Tá ein bók verður umsett til eitt annað mál, verður øll henda verð hildin fram og gjørd sjónlig fyri øðrum. Tí er tað týdningarmikið fyri máløkið sum tað føroyska og norska, at bøkur verða umsettar og lisnar í øðrum pørtum av heiminum”, sigur Per Øystein Roland, ritstjóri hjá NORLA í Oslo.

Foto: Birgir

Heimsins størsta bókamessa er hvørt ár í týska handilsbýnum Frankfurt. Hvørt ár er eitt land heiðurgestur á bókamessuni og serlig átøk verða gjørd at umseta og senda bøkur á marknaðin. Í 2011 var Ísland heiðursgestur og 220 bøkur vórðu umsettar og fleiri íslendskir rithøvundar komu á metsølulistar í týsku bókahandlunum. Í 2014 var Finnland heiðursgestur, og tey kundu skráseta 7770 altjóða tíðindagreinir um finskar bøkur um somu tíð, og altjóða sølan av rættindum til finskar bøkur øktist við 60 prosentum. Í 2019 verður Noreg úrvaldi heiðursgesturin á bókamessuni í Frankfurt.

“Vit hava longu stórar vónir um bókamessuna. Hetta høvið ger norska mentan og bókmentir sjónligar í Evropa og øllum heiminum og er ein gyltur møguleiki, sum ikki kemur aftur í okkara tíð, at gera vart við okkum á altjóða bókamarknaðinum”, sigur Per Øystein Roland í NORLA, og vísur á avleiddar týdningar.

“Kendir høvundar verða enn kendari, og norskt vinnulív sleppur at vísa seg fram. Norskir rithøvundar við heimsformati fáa týdning fyri vinnulívið. List og mentan eru avgerandi tættir at gera Noreg kent úti í heimi. Týskland er eitt týðandi ferðamál. Týski bókamarknaðurin er heimsins triðstørsti, og Týskland virkar ofta sum ein hurð út í heim. Tað, sum kemur út á týskum, kemur eisini út á øðrum málum.

Tí er tað av størsta týdningi at umseta føroyskar bøkur til fremmand mál, tí øll verðin býr í øllum málum. Eisini tí føroyska.”

(Grein í blaðum hjá Atlantsflogi summarið 2016)