10.8.16

Grindafilmur frumsýndur


Nógv umrøddi grindafilmurin hjá skotska Mike Day The Islands and the Whales varð frumsýndur fyri fullsettari høll í Havnar Bio týskvøldið. Her sæst leikstjórin í føroyskari stjørnutroyggju frá Guðrun & Guðrun greiða frá um filmin og svara spurningum. Fólk vóru hugtikin av søguni, sum viðger dálking í havinum og av tí mati, vit taka úr náttúruni. Mike greiddi frá, at umframt at hava verið vístur á altjóða filmsstevnum, so hevur filmurin eisini verið vístur á ST-høvuðsborgini og í Hvítu Húsunum, har hann er úrvaldur og góðkendur, klareraður, at verða vístur saman við einum øðrum risastórum heimildarfilmi á Hawaii, har Obama helst fer at síggja hann. Havnar Bio og Filmsfelagið, sum skipaðu fyri frumsýningini, góvu Mike ein reyðan vasa, sum Akkuleya hevði sett saman til høvið.


Eftir væleydnaða frumsýning rullar leikstjórin sær eitt ball uttanfyri Sirkus í Vágsbotni í Havn, har medvirkandi í filminum er møtt. Tað er týðuligt, at fólk eru fegin um filmin, sum áskoðarin, mitt í eini veiðimentan og við einum ídnum arbeiðsmedisinara, kennir seg aftur í og beinanvegin fer at skifta orð um.



The Islands and the Whales verður sýndur aftur í Havnar Bio mikukvøldið kl 19:30 og leygardagin kl 14:00. Mikukvøldið verður aftur høvi at seta leikstjóranum spurningar um filmin og evnið, ið hann viðger. Hósdagin fer Mike Day til London.