Skip to main content

Guds hevnd


Undir provokerandi yvirskriftini, Guds hevnd, skrivar Heini í Skorini langlesnaðin í Dimmu hetta vikuskiftið. Langlesnaðurin er vørumerkið hjá Dimmu, og onkuntíð er lesnaðurin serstakliga góður, serliga í leygardagssólini ein lagaligan fyrrapart.

Í morgun var tað ein fragd at lesa nýggjastu greinina hjá Heina. Undirhaldandi, vitborðið og væl undirbygt við aktuellum referansum.

Í hesum føri er talan um at halda religión upp móti politikki. Ikki úti í heimi, men beint her og nú, har tjóðskaparstrev, fríkirkjur og danska ríkisgnaddanin eisini eru søguligir partar. Stuttliga nærverandi at lesa, serliga í samanberingini við Ísland og USA. Og yvirskriftin, jú hon er eitt aftursvar til Nietzsche, sum segði at Gud var deyður. Men hann hevur so aldri verið á tingi, Nietzsche. Tú har býr Gud í maktini, amen. Tí eru Føroyar Guds livandi hevnd, um eg skilji yvirskriftina rætt. Men kanska skulu teir politikarar, sum brúka fleksiblu grudstrúnna til gerandispolitikk, seta seg betur inn í religiónina sum søguligt maktamboð. Tað ger teir við at lesa Heina í Skorini í Dimmu beint nú.


Heini hevur fyrr skrivað í Dimmu um tær heimspolitisku byltingar, ið fara fram beint nú.

Bretland hevur skrivað seg út úr ES, og franska Marine Le Pen kann verða næsti forseti har í landinum, meðan Donald Trump kann verða næsti amerikanski forsetin.

Greinin, Farvæl, Evropa, er við loyvi frá Heina og Dimmu brúkt sum partur av skúlatilfarinum hjá Snar, sum viðger amerikanska forsetavalið. Klikk á myndina og tú kemur til uppgávurnar, sum eru ætlaðar hádeildini í fólkaskúlanum, sum nú byrjar aftur.

At so góðir pennar, sum tann hjá Heina, lýsa heimin á okkara egna máli í okkara egnu miðlum, og loyva Námi at brúka tilfarið á undirvísingarportalinum Snar, er einki minni enn fantastiskt.

Brúkt í rætta høpi úti á landsins skúlum verður hetta ein nýggj samtíðarbók - alt til tykkara, kæru lærarar og næmingar.

Niðanfyri sæst inngangssíðan til alt tilfarið, sum er frítt at brúka. Alt av náði, sum eg vil siga, við eini ávísari mótvekt til yvirskriftina!