23.8.16

Havfrúgvin hjá Jóanes Nielsen


Jóanes Nielsen er mest lisni yrkjari í landinum. Myndina omanfyri tók eg av Jóanesi á G Festivali í 2013, tá hann og fleiri onnur lósu upp í fjósinum.

Leygardagin 17. september kl 18 verður boðið til heimspremieru av nýggja leikinum Havfrúgvin, sum Jóanes hevur skrivað og Eyðun Johannessen hevur stjórnað. Í tíðindaskrivi í dag sigur Tjóðpallurin soleiðis:

Hvat hendir tann dagin, tá fiskimenn fáa eina havfrúgv í trolið? Á Tjóðpallinum eru tey farin undir venjingar av nýskrivaðum leiki eftir Jóanes Nielsen, sum millum annað setir hendan spurning.

“Vit byggja Føroyar á aldum. Vit reka á kenslunnar havi.” (Úr yrkingini "Hugo er deyður")

“Tað merkir m.a. at okkara fiskivinna og samfelagið sum byggir á vinnuna, er sera viðbrekið, og júst tað er kjarnin í leikinum HAVFRÚGVIN. Høvðuspersónurin Olivar gjørdist avlamin á trolaradekki, og gjøgnum hansara kritisku eygu, og sambondini sum hann hevur við familju og kenningar, uppliva vit Føroyar í dag.”

Soleiðis sigur Jóanes Nielsen um nýggja leikin HAVFRÚGVIN, sum hevur heimspremeru á Tjóðpallinum 17. september.


Myndina omanfyri tók eg fyrrárið í Riti og Ráki í SMS, tá Mentunargrunnur Studentafelagsins legið fram stóra savnið Yrkingar 2014. Fyri jól í 2009 tók eg hesa mynd av Jóanesi á pallinum í Tjóðpallinum, beint undan at filmurin Sporini vaksa úr orðunum varð frumsýndur í somu hølum.


HAVFRÚGVIN er triðja stórverkið eftir Jóanes Nielsen, ið nú verður pallsett. Í 2001 framførdi Gríma “Eitur nakað land weekend?”, ið seinni vann Norðurlendsku Dramatikaravirðislønina og í 2009 var leikurin “Aftaná Undrið” framførdur á Tjóðpallinum. Myndina niðanfyri tók eg í Mullers Pakkhúsi, tá Jóanes fekk Mentunarvirðisløn M.A. Jacobsens í 2012. Somu virðisløn fekk hann í 1984.


Vit kenna Jóanes sum ein slóðbrótandi rithøvunda, ið fevnir víða, bæði á bundnum og óbundnum máli, sum yrkjari og sum stuttsøgu- og skaldsøguhøvundi. Umframt ein ídnan viðmerkjara til samfelagskjakið. Eisini er nýggj føroysk skaldsøga á veg frá honum. Skaldskapurin hjá Jóanesi er týddur til fleiri mál.


Jóanes hevur fingið Norðurlendska Dramatikarprísin, Mentunarvirðisløn Landsins, sum myndin omanfyri stavar frá, Mentunarvirðisløn M. A. Jacobsens tvær ferðir og FMA fyri Ársins sangtekst. Eisini hevur hann verið tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fimm ferðir. Jóanes hevur eisini fleiri ferðir móttikið starvsløn fra Mentunargrunni Landsins.


Eitt spennandi toymi av føroyskum ungum listafólkum

Leikstjóri er Eyðun Johannessen og hann hevur verið eisini verið ráðgevi hjá Jóanesi í sambandi við leikritið. Eyðun avmyndaði eg á Tjóðpallinum í mars í fjør, tá Tórshavnar kommuna og landstýrismaðurin við mentamálum, Bjørn Kalsø, løgdu fram atlanirnar um komandi Tjóðpallin, sum skal standa liðugur á Skálatrøð í 2019. Við sama høvi varð eisini sýnt eitt brot úr Strindberg-leikinum Kreditorar. Tað er tí,at Eyðun sær so hugsunarsamur út. Hann hyggur upp á pallin.


Afturat sær hevur Eyðun hesuferð eitt heilt serstakt toymi av royndum, ungum og dugnaligum føroyskum listafólkum. Altjóða pallsniðgevin Sámal Blak ger pallmynd og búnar. Sámal hevur gjørt pallmyndir til operur, sjónleikir og konsertir kring heimin og hevur vunnið fleiri virðislønir. Tónaskaldið Jens L. Thomsen, ið vit m.a. kenna frá bólkinum ORKA, ger tónleik og ljóðmynd. Filmsleikstjórin Heiðrik av Heygum, ið gjørdi ræðufilmin SKULD og videoløg fyri m.o. EIVØR og BYRTA, stendur fyri videoupptøkum. Turpin N. Djurhuus stendur fyri ljósdesigni og Gunn Reginsdóttir Joensen er koreografur.


Leikarar eru: Annika Johannessen, Beinta Clothier, Súsanna Tórgarð, Hjálmar Dam, Páll Danielsen umframt Høgni Olsen og Eyð Matras, sum fyrstu ferð eru at síggja á Tjóðpallinum.

Tíðindaskriv