11.8.16

Kjakmentan - hvat er tað?


Sosialurin ger í kvøld eina góða roynd at varpa ljós á dagsins kjakmentan, og um vit yvirhøvur duga at kjakast. Autentisku dømini, sum eru endurgvin um eina heila opnu í blaðnum prógva, at tað duga vit als ikki.


Men so einføld er støðan ikki, at vit kunnu kolldøma føroyska kjakmentan av hesi orsøk. Ikki fyri at bera í bøtuflaka, men at tveita ókvæmisorð til vinstru og høgru, har eitt lættkeypt høvi er, tað hevur verið, er og fer altíð at vera ein atferð í øllum mentanum, sum yvirhøvur hava eitt mál við íbygdari makt, einum sjónligum stættarmuni og býti millum bygd og bý. Blaða vit nakrar síður fram í sama blaði, síggja vit at javnaðarpolitikarar í Havn sleppa at fylla síðuna, sum ovast ber undurfulla frámerkið Kjak, Vikuskiftiskjak. Hetta er als ikki kjak, men valpropaganda nú kommunvalið nærkast. Tí fer man av góðum grundum at ivast í, hvat Sosialurin meinar við, tá hann sigur Kjak og leggur upp til kjak um - kjak.


Hinvegin kann forvitni lesarin í dag fegnast um ungar kvinnur, sum veruliga hava tikið skrivaða orðið til sín, og ferð eftir ferð leggja tað á blik fyri almenninginum. Teresa æt ein kvinna, sum í Morgunútvarpinum slapp at lesa egna bloggin um skegg- og hárvøkstur, og hví hon fór at raka sær. Simona er ein, sum í Dimmu í dag skrivar um smáar boppur, ið fólk ditta sær at spyrja um, tá barnið skal hava mjólk. Og so hin besta, Sólrun, sum á Facebook í dag skrivar eina óbetaliliga søgu úr skiftirúminum hjá gentunum í svimjihøllini í Havn. Tríggjar kvinnur, ið duga handverkið at skriva, og ikki smæðast fyri at vísa almenninginum júst tað. At tær duga at skriva.

At tilkomið men óbúgvið mannfólk av bygd skriva rasistiskar viðmerkingar undir øllum tíðindum á øllum portalum er ikki óvæntað. Fleiri tíðindastubbar eru so lallandi idiotiskir, at teir freista tílík mannfólk at viðmerkja. Tað er so lætt, tí tað er bara eitt klikk away.

So leingi ein redaktión brúkar henda møguleika, letur hon upp fyri tápuligheitum sum teim endurgivnu á opnuni í Sosialinum. Ja, ein kann siga, at tað er beinleiðis spekulativt at hava ein møguleika at viðmerkja, sum er leysur og opin og ikki bundin at eini redaktión, sum alla tíðina sílar. So leingi kommersiella pressan ger hetta, mugu vit læra okkum at liva við hesum lága felagsnevnara.

Hinvegin seti eg mítt álit á skriviskeið, skúlaskap og vælskrivandi fólk, sum til dømis dagsins tríggjar kvinnur í Dimmu, Kringvarpinum og á Facebook. Lat tær sleppa framat. Gev teimum rúmd og møguleikar. Einki er betri enn góður førleiki at skriva, vil ein koma vánaligari kjakmentan til lívs. Tá verður hon púra óneyðug, vánaliga kjakmentanin.

Onkur bókahandlari hevur eisini tikið sær tykni av vánaligu føroysku kjakmentanini. Fyri fimtan árum síðani fór Kári Árting í Riti og Ráki undir ein drunn um kjakmentan. Og hyggasíggj, eg fekk høvi at festa í drunnin í 2001, sum kann lesast her: