Skip to main content

Mike Day er lendur við grindafilminum!


Mike Day er lendur við flogfarinum hjá Atlantsflogi úr Edinburgh í kvøld. Við sær hevur hann filmin "The Islands and the Whales", sum operatørurin í Havnar Bio nú ger kláran at vísa í morgin týsdag og aftur mikudagin, báðar dagar kl 19:30.

Mike hevur júst víst filmin í Kýpros, har filmsstevnan Lemesos International Documentary Festival hevur verið.

Hetta er fyrstu ferð, at nógv umrøddi grindafilmurin hjá skotska Mike Day verður sýndur í Føroyum.

Fyrsta sýning var í Kanada. Síðani hevur filmurin verið sýndur í USA og í Skotlandi.

Filmsfelagið skipar fyri sýningunum í Havnar Bio, sum eru almennar. Eftir sýningina verður høvi at seta leikstjóranum spurningar um filmin.