Skip to main content

Summarvarpið eldist...


Í summarskránni hjá okkara elskaða Útvarpi eru tríggjar fínar sendingar. Ein er um pensionistar, sum eru blivnir pensionistar, onnur er um pensionistar, sum minnast áftur á tíðina, tá tey vóru børn, og triðja summarútvarpssendingin er um mammuna og dóttrina, sum nú er so gomul, at mamman er pensionist.

Tríggjar fínar sendingar, sum mær dámar væl at lurta eftir, tí tær eru gott avrik í sjálvum sær. Men hvussu ber tað til at tríggjar sendingar av sama human interest slag eru á somu skrá í sama útvarpið um somu tíð?

Hvar eru tær greinandi sendingarnar, sum viðgera samfelagspolitisk og mentanarlig viðurskifti?

Er tað eitt summarfyribrigdi at verða human interest bleytur, og gera so nógvar sendingar av sama slag, at tær sum frá líður verða fataðar sum møsn, hvussu góðar tær í sjálvur sær eru? Tað er ein dýrur lærupengi.

Men kanska er tað ein strategi upp mótu vetrarskránni, sum verður hard core og als ikki fer at rúma bleytum tilfari. Tí tað var í summar. Nú verður vetur.

Ein spyr, ein spyr.

Tí - blaða vit aftureftir í útvarpsskráunum á Landsbókasavninum ber ultraskjótt til at staðfesta, at alt var betri fyrr. Eisini útvarpið. Tá vóru Fimmarin, har prátað varð beinleiðis við lurtaran um eitt viðkomandi evni, meðan alt landið helt ondini, og tá vóru vinnuligar sendingar, sum spesifikt varpaðu ljós á fiskivinnu, okkara høvuðsvinnu. Tað er sum um sendingar koma við persónum inn í almannavarpið og hvørva, tá persónurin finnur uppá okkurt annað, og er burtur av skránni aftur. Tá er einki. Íð hvussu er ikki tað, sum var og einki í staðin.

Tað er eitt veikt útvarp, sum ikki megnar at hava eina samanhangskraft, sum er sterkari enn einstaka individið, sum sleppur á skránna.

Nú seti eg mítt álit á vetrarskránna. Eftir henda niðurtúrin hjá programmleiðsluni verður útvarpsuppreisturin øgiligur. Tað eri eg sannførdur um, og kriti tí skógvar og krossi fingrar.

Spyrst, so lurtast.