Skip to main content

Filmsdagar í Felag verða aftur næsta ár


“Filmsdagar í Felag” eru komnir at enda. Ole og Birgir, sum skipaðu fyri, vilja fyrst og fremst takka tykkum mongu, sum møttu til sýningarnar og tiltøkini.

Síðan vilja vit takka hesum fólkum, ið stuðlaðu og stóðu saman um filmstiltakið í miðbýnum í Havn: Jákup Eli í Havnar Bio, Gudmund í Filmsfjepparafelagnum Hygga Síggj, Heidi í 62 Norður, Hanna í Ostahúsinum, Vónbjørt á Býarbókasavninum, Johannes á Hvonn, Sophus í Føroya Bjór, Ingi í Norrøna Felagnum, Sakaris í Felagnum Føroysk Filmsfólk, Leivur í Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum, Jóna Kristin í felagnum MoDo, Jógvan í Pedagogfelagnum og politisku umboðunum til kommunuvalið, Marin katrina og Høgni, sum í Ostahúsinum góvu teirra boð uppá ein kommunalan filmspolitikk í Havn.

Hetta var annar filmfestivalur í Havn. Triði filmfestivalur undir heitinum “Filmsdagar í Felag” verður í Havnar Bio og í miðbýnum í Havn í september næsta ár. Síggjast!