Skip to main content

Filmur í politikki í Tórshavnar kommunu

Politiskir flokkar hava givið filmslistini og filmsgerð ans, nú kommunval stendur fyri durum. Tá fyrsta tíðindaskriv um Filmsdagar í Felag fór út hósdagin 18. august í ár, varð sagt soleiðis undir yvirskriftini Filmur í politikki:

Nú kommunuvalið nærkast geva vit pláss fyri politiskum ætlanum um filmsgerð. Teir flokkar, ið stilla upp til kommunvalið, og hava film í teirra stevnuskrá, eru vælkomnir at melda seg til longu nú. So fáa teir fimm minuttir innan Wenders sýningarnar í Ostahúsinum, at siga biografgangarum í Havn frá um politiskar ætlanir við filmi.

Tveir flokkar, sum stilla upp til kommunvalið í Tórshavnar kommunu, boðaðu frá áhuga og luttøku við valevnum á Filmsdøgum í Felag. Fyrsti flokkur at boða frá luttøku var Framsókn, sum legði málið hendurnar á Høgna Reistrup, sum hevði hesa stuttu framløgu í Ostahúsinum í Havn:


Filmsvinna og Framsókn

Komandi árini skulu vit miðvíst skapa filmi góðar umstøður. Landið hevur sína uppgávu, privat gera sítt, og so skal Tórshavnar kommuna eisini á pallin og styrkja filminum sum vinnu. Vit síggja longu ídni og ein hugtakandi vilja at arbeiða við filmi.

Framsókn sær stórar møguleikar í filmi í høvuðsstaðnum. Tað nælir av sonnum, og nú skulu spírarnir vætast. Filmur styrkir og bjóðar okkara samleika av og gevur okkum ein tvørskurð av samtíðini. Filmur er eisini vinna, sum alsamt fleiri fólk kunnu liva av. Til tess at seta ferða á filmsvinnuna, er uppgávan hjá kommununi í trimum:

1) Føroyskir filmsframleiðarar fáa styrk
2) Peningur verður árliga settur av at draga útlendskar filmsverkætlanir henda vegin
3) Høli til filmsfólk verður fingið til vega í kommununi

Umframt at føroyski samleikin fær gagn av íløgum í film, verða nýggj størv skapt í eini skapandi vinnu, og so fara serliga útlendskar verkætlanir, sum verða lutvíst tiknar upp í Føroyum, at skapa vitan um land okkara, og hetta gagnar ferðavinnuni. Framsókn fer at seta pening av til at menna filmsvinnuna í Tórshavnar kommunu.

Meira verður at frætta um film í valskránni hjá Framsókn, segði Høgni Reistrup, sum er valevni hjá Framsókn til kommunvalið 8. november í ár. Eftir stuttu framløguna sóu vit Wendersfilmin Buena Vista Social Club.

Hanna Vang tók myndina inni í Ostahúsinum

Hin flokkurin at boða frá luttøku, var Tjóðveldi. Í Ostahúsinum bar Marin Katrina Frýdal hesi orð fram um mentan og filmspolitikk í Tórshavnar kommunu:


Tjóðveldi raðfestur mentan og list

Tjóðveldi hevur altíð raðfest mentan og list. Í stevnuskrá floksins fyllir hesin partur rættuliga nógv, og her er eitt brot:

"Mentan og list er at skapa, endurnýggja og viðgera felags virði í samskifti millum menniskju. Mentan og list skapa samleika og amboð at fata okkum sjálv, okkara lív, okkara søgu og samfelag og heimin kring okkum. Mentan og list bróta mørk og flyta okkum framá. Mentan og list eru grundarlagið fyri vinnu, búskapi, sosialari menning og frælsi.

Íløgur í mentan og list eru íløgur í fjølbroytni, víðskygni, framtak í fólkinum og gera Føroyar sjónligar og virknar millum aðrar tjóðir í heiminum. Mentan og list eru fremsta umboðan okkara úti í heimi og skapa inntøkur til landið - bæði í sjálvum sær og við at fremja føroyskan útflutning, ferðavinnu og skapa vinnu sum heild.

Tjóðveldi vil:

•At øll eiga rætt og atgongd til mentan og list.
•At sum lítil tjóð skulu vit nýta størri part av landsins fíggjarlóg til mentan og list, sammett við størri lond.
•At bond og stýring ikki verða løgd á mentanararbeiðið, men at tað nælir og veksur á frælsum grundarlagi

Skapandi list og mentan

Tjóðveldi vil virka fyri at styrkja og áhaldandi menna ein dyggan listapolitikk. Íløgur í list og mentan eru íløgur í lívsgóðsku í einum sterkari samfelag. List eigur tí at vera atkomilig hjá øllum. Listaøkið fevnir breitt frá tónleiki, sjónleiki, bókmentum, myndlist til byggilist, handverkslist, sniðgeving umframt filmslist, sum telist millum listagreinirnar, ið hava góðar møguleikar eisini at røkka út í heim.

•Filmsgrunnur, ið veitir stuðul og fígging til føroyskar filmsspírar og -framleiðarar, verður so líðandi mentur til ein veruligan filmsstovn, sum skal gera tað møguligt at marknaðarføra føroyskan spælifilm úti í heimi."

Sitandi samgonga, millum Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Framsókn hava í samgonguskjalinum raðfest mentan og list høgt, har filmur hevur eina serliga raðfesting undir kreativari vinnu. Játtanin til Filmsgrunnin er økt upp í eina millión. Filmshúsið er í ger. Afturberingarskipanin er somuleiðis raðfest, sum eggjar fólki aðrastaðni frá at koma higar at gera filmar.

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum fekk í okt. 2015 handað álitið: "Filmshúsið - Føroyskur filmur á einum vegamóti.", sum Klippfisk hevur gjørt.

Í innganginum í álitnum verður m.a. sagt, at við verandi umstøðum er sprottin ein framleiðsluhugur, ið ger, at vit hava fingið eitt føroyskt filmsumhvørvi, sum er á tremur við royndum, dugnaligum og skapandi fólki, ið dagliga gera stuttfilmar, dokumentarfilmar, sjónbandaløg, lýsingar og sjónarvarpsframleiðslur. Fleiri eru, sum nema og hava nomið sær útbúgving og royndir uttanlands. Og føroysk filmsfólk eru nú før fyri og til reiðar at skapa filmssøgu – føroyska filmssøgu. Tilfeingið er har, men kortini eru karmarnir ikki mentir nóg nógv til, at filmur kann fóta sær sum ein verulig vinna.

Filmhúsið skal skapa eitt framhald, ið higartil ikki hevur verið í føroyskum filmi – eitt framhald, so samanhangur fæst millum talent- og førleikamenning, eina fjøltáttaða framleiðlsu, og útbreiðslu av føroyskum framleiðslum, so tær røkka breiðari hyggjaraskarum og keyparum. Filmshúsið skal savna royndir og førleikar og tryggjar eitt undirstøðukervi undir føroyskum filmi. Aðalmálið hjá Filmshúsinum verður at menna føroyska filmsumhvørvið og at lyfta føroyskan film frá tí, hann er í dag, til veruliga vinnu og yrkislist. Filmshúsið skal røkja hesa uppgávu, eins og gjørt verður í grannalondunum.

Klippfisk og stuðul frá kommunui

Tórshavnar kommuna hevur styðjað undir arbeiðið at menna framleiðsluna av filmi. Stuðul verður latin eftir umsóknum, og tað er ikki langt síðani, at 100 t.kr. vórðu latnar til eina filmsæltan og 300 t.kr til eina aðra.

Tað krevur nógv at framleiða film. Tað vita vit. Men tað er eingin ivi um, at eldsálir og dugnaskapur gera stóran mun. Tjóðveldi í kommununi ynskir at virka fyri at flyta føroyska filmsframleiðslu fram á leið. Tórshavnar kommuna hevur latið Klippfisk – 250 t.kr. árliga, í eini tíggju ár og harumframt latið høli; húsini til M. A. Winthersgøtu. Tí var tað sera hugstoytt at frætta í miðlunum í summar, at kommuna hevði hirt Klippfisk á dyr. Tórshavnar kommuna eigur í stundini at útvega teimum onnur og betri hølir, tí sjálvandi eigur høvuðsstaðurin at hjúkla um filmsvirksemið. Tí er tað sera harmiligt, at vælumtókta kvøldskúlaskeiðið í filmsframleiðslu, ið var ein avtala millum Klippfisk og Kvøldskúlan, nú eisini er steðgað. Tá ið Tjóðveldi aftur tekur um stýrisvølin á Vaglinum, fer tað at virka fyri, at hesar misgerðir koma aftur á rætt kjøl og allarhelst undir enn betri umstøðum.
Tað vóru stórtíðindi, tá ið tað í 2014 hoyrdist í tíðindunum, at Sakaris Stórá varð heiðraður við virðisløn í Berlin fyri stuttfilmin Vetrarmorgun.

Filmur hevur tann eginleikan at bæði vera ein grundleggjandi mentanarberi, ein listagrein og samstundis eisini vera ein stórvinna við túsundtals arbeiðsplássum.

Takk Filmsfelagið, Havnar Bio, Hygga síggj, Klippfisk og øll tit mongu sum stríðast fyri filminum. Við tykkara brennandi vilja hava tit longu prógvað, at hetta ber til. Og uttan tykkum høvdu vit ikki verið her, vit eru í dag. Í felag røkka vit langt, og sum Filmsfelagið sigur - altíð í felag - tí tá er filmur bestur - í felag.

Jú, sanniliga – tað grør um gangandi fót.

Bestu eydnu til tykkum og okkum øll, segði Marin Katrina Frýdal at enda. Hon er valevni hjá Tjóðveldi til kommunvalið 8. november í ár. Eftir stuttu framløguna sóu vit Wendersfilmin Paris, Texas.