Skip to main content

Fiskur eftir egnum vali


Í Barcelona og beint sunnanfyri, í býnum Sitges, eru tilsamans sjey matstovur undir navninum La Paradeta. Hóast lítið prangandi, eru tær so vælumtóktar, at long bíðirøð eru uttanfyri, so sum sæst omanfyri.


Uttanfyri diskin kjakast russiska parið um havtasku, hummara og krabba, meðan kvinnurnar innanfyri koyra í kramarhús og viga valdu vøruna.


La Paradeta matstovurnar eru komnar til síðan 1994, og byggja allar á feskan fisk, krabba og skeljadjór í einum ótilgjørdum kafeterialíknandi stíli. Framgangsmátin er, at hin vitjandi velur úr tøka borðinum, so verður vigað og betalt, og tú fært eina klokku, sum blinkar, tá klárt er til forrætt, høvuðsrætt og omaná. Afturvið fæst breyð, fiskasúpan, salat og sitrónøl. Ein góð vitjan, sum kanska kundi kveikt útróðarmenn í Vágsbotni, at bjóða hinum ferðandi ein sjáldsama góðan og unikkan bita.