Skip to main content

Flateyri x 2


Í kvøld verður høvið at síggja lítlu íslendsku bygdina Flateyri á filmi. Har búgva 230 fólk. Í 1995 varð bygdin rakt av skalvalopi. Fyri neyðhjálp úr Føroyum varð bygdur ein barnagarður, ið er kendur sum føroyski barnagarðurin. Í fjør vísti Filmsfelagið íslendska filmin “París norðursins” (Paris of the North), sum er upptikin á Flateyri.


Í kvøld vísur Filmsfelagið spildurnýggja íslendska filmin “Þrestir” (Sparrows), sum eisini er upptikin í lítlu bygdini Flateyri og har um leiðir. Leikstjóri er Rúnar Rúnarsson og Sakaris Stórá fer at innleiða sýningina, sum er partur av røðini Filmsdagar í Felag. Nýggi íslendski filmurin , “Þrestir” (Sparrows), er ein av fimm filmum, sum í ár eru í uppskoti at fáa Norðurlendsku Filmsvirðislønina. Sýningin er í Havnar Bio kl 20.