Skip to main content

Fríggjadagsruddiligheit


Ymsu dagarnir hava ymisk virði. Herfyri sang Kris Kristofferson um sunnudagin og einsemi hjá einsomum. Tað var eingin dagur, sunnudagurin. Mánamorgun sigst verða tiltikin fyri blues og hangovers, tá fólk aftur skulu undur tað, tey minst ynskja, arbeiða og verða lønartrallur. Men øll vilja rinda fyri at seta fótin undir egið borð, so har er einki at gera. Húsabygging er ikki bara frítíðarvirksemi, men lívstíðardómur hjá nýgifta parinum. Tað fara dagarnir til. Fyrr høvdu vit dimmudagar, tá Dimmalætting kom út. Sum virkin og nyttugur samfelagsborgari kundi tú ikki fara í song uttan at hava lisið Dimmu ein dimmudag, sum tú eisini kallaði bløðini í øðrum londum: "Far oman í tabac'ina og keyp mær eina Dimmu!" Nú er hóskvøldið blaðdagurin. Hjá summum er fríggjadagur lukkan. Tá breddar og skjótt kanst tú sjálvur gera av, hvat tú brúkar tíðina til. Ikki petti av rímu um leti. Tað hoyrir til dagleysar bøkur í keðsomum døgum innan tíðin kom í spargament. Tá er gott at síggja ruddiligheit arbeiðarans. Fríggjadagsruddiligheit.