10.9.16

Kampingvognur koppaði


Eisini í Havn er av ringasta veðrið. Tíðliga í morgun koppaði ein kampingvognur á Kampingplássinum yviri við Strond. Ein maður er við vognin. Annars eru mest sum eingi fólk á Kampingplássinum hesa tíð á árinum. Flestu, sum plaga at steðga á hásumri, eru útlendingar, ið ætla sær til Íslands, men bíða her til Norrøna siglur víðari. Vindmátarin hjá Landsverki hevur víst upp í 63 metrar um sekundið. Í løtuni sigur hann upp í 53 metrar um sekundið á Norðradalsskari. Fyri klokkan 10 hevur løgreglan fingið 50 fráboðarnir um skaðar í vindinum.

Í grannalagnum er ein rútur sogin út í einum kampingvogni á parkerigsplássinum.


Í miðbýnum uttanfyri Hafnia, á Vaglinum og við gamla Eik bygningin lógu greinar og leyv í túninum.


Í Sverrisgøtu í miðbýnum í Havn arbeiddu sløkkiliðsmenn at beina alt burtur, sum lá á vegnum. Eitt meir enn hundrað ára gamalt træ var farið um koll í storminum í nátt.


Sløkkiliðsmenninir hildu, at var træið ikki fallið í nátt, so hevði tað helst fallið skjótt allíkavæl, so soppafongt tað var innaní.


Tryggingarfelagið Føroyar og Trygd hava júst víst á eina góða gongd, so skaðin kann geva arbeiði og øktan umsetning í samfelagnum.

"Skaðatryggingarvirksemið hjá samtakinum í Tryggingarfelagnum Føroyum hilnaðist betur enn væntað. Góða gongdin í samfelagnum merkir, at tryggingarinntøkurnar vaksa, og harafturat hava færri størri skaðar verið fyrra hálvár 2016 í mun til 2015. Úrslitið fyri skaðatryggingarvirksemið gjørdist eitt avlop á 14,4 mió. kr., har tað sama tíðarskeið í fjør gav hall," sigur Tryggingarfelagið í tíðindaskrivi.

"Tað er um heystið og veturin, at tann mesti vindurin er, og tá hendir ofta skaði á hús og bilar. Tí er tað nú, tú skalt forða fyri álvarsligum skaðum," sigur Trygd á heimasíðuni. "Góð ráð eru at beina burtur alt leyst, sum liggur rundan um húsini. Tað, sum ikki kann fáast burtur, kann kanska bindast fast. Eru trø rundan um húsini, so er best at beina fyri brákaðum greinum, sum ikki eru niðurdotnar. Siga veðurtíðindini frá stormi, so má ansast eftir, at rútar og hurðar í bilinum eru væl afturlatin," sigur Trygd.