Skip to main content

Motorsúklur í Havn


Bogi Rasmussen úr Eysturoyar Motorsúklufelag leiður meg inn í motorsúklutjaldið í Tórsgøtu, sum er mentunargøtan í Havn, har motorsúklueigarar úr øllum landinum møttust í dag. Túsund motorsúkklur eru skrásettar og helst standa fleiri enn fimmhundrað uttan plátur kring landið, sigur Bogi, ið eigur eina Yamaha Wild Star XV1600, sum her sæst í Posthúsbrekkuni.


Her er Dánjal Pauli Poulsen úr Vatnsoyrum, við eini sama slag Yamaha Road Star XV1600 árgang 2001, sum hann hevur umbygt og vaksið, uppgraderað, til eina XV1800. Munurin er at Wild Star er bygd til evropeiska marknaðin og Road Star til amerikanska marknaðin. Henda Road Star er keypt úr California í februar í 2004, og Dánjal Pauli fór undir at byggja hana um á heysti í 2007, og varð liðugur í desember í 2009. Í fjør varð júst henda motorsúklan, Black Dazzle, kosin Føroya feitasta í kapping í SMS við trimum kvalifiseraðum dómarum, Maggi, Sofus og Óla. Eigarin er í dag Jóanes hjá Akku Hansen úr Miðvági, sum sæst niðanfyri. Dánjal Pauli eigur nú eina Suzuki Intruder, sum er ein vanligari motorsúkla, sigur hann. Aftur í dag varð Black Dazzle kosin Føroya feitasta motorsúkla.


Ove Ritter, sum hevur verkstað í Jónas Broncks gøtu og umboðar Harley Davidson, hevur sett kortterminalin á asfaltið, so klárt er at keypa eina brúkta Softtail Custom frá 2009, sum hevur koyrt 29.000 km. Nýggj kostaði hon 110.000 krónur. Ein Peter Fonda cruiser, sum stendur á søluseðilinum. Einaferð lat eg meg leiða í álvarsliga freisting, kanska høvdu Martin og Hans ein lut í tí eisini, men tað hasaði av og enn eri eg motorsúklufríur.


Dýrasta motorsúklan er helst henda Harley Davidson, sum Hilmar Johannesen í Søldarfirði og limur í Eysturoyar MC Felag eigur. Á reydliga tangan hevur fyrrverandi amerikanski forsetin, Bill Clinton, skrivað navn og ár. Tað hendi á Hotel Føroyum fyrsta oktober í 2007. Síðan hevur verið gjørligt hjá monnum og kvinnum at koyra reyða motorsúklu í Føroyum við Clinton millum beinini. Kanska ber ikki til at roykja sigar, tá ein koyrir motorsúklu, men til ber at hoyra útvarp og tónleik á hesari. Saktans.


Tá  umráddi motorsúklur í fyrndini, fokuseraði eg bara á BSA og Triumph. Royndi at telgja heimin niður í tvey sløg. Eyðkennismerkini vóru enn tey flottastu í allari mentanargøtuni. BSA og Triumph.


Og  so ein túr út Undir Bakka, fyrst inn í bókabúðina hjá Reyða Krossi, har eg fann eitt navn, sum í føroyskum almenni næstan er eins gamalt og BSA og Triumph, men einaferð stóð nógv sterkari enn hin feitasta motorsúklan. Richard Wurmbrand. Í dag púra gloymdur. Tað eru BSA og Triumph ikki. Hvat sigur tað ikki um lívið ein leygardag í Havn.


Tveir ungir menn selja náta, havhestaunga, á brettinum hjá Heðini. Góður biti, sum eg royndi í gjár. Ikki vakur á liti, men vælsmakkandi, eins og djúpljómin frá motorsúklu við stórum sylindara, serliga við brúnum sukuri, ikki á súkluna, men á fuglin í nátans tíð.


Longur úti liggur tjúgumannafarið, teinæringurin, Brandur Sigmundarson, sum Kaj Hammer bygdi og flotaði í fjør. Hann er kallaður eftir bygginummari 229 á Fredrikshavn Værft, sum Aksel Hansen og Bacalao fingu til Føroya í 1960. Poul Hansen, sonur Aksel, eigur teinæringin, sum skal brúkast til víkingagarðin í Kvívík. Kaj hevur eisini smíðað hin teinæringin, Royður.


Fái tann tanka, at royna iPhonina til nærfoto, nú eg ikki havi tikið Canon myndatólið við í býin í leygardagsgóðveðrinum. Meðan lítla telefonin er framúr til lummafilm, er hon ikki heilt so góð til stakmyndir soleiðis close up. Dýpd, kontrast og smálutir eru ikki tað allarbesta við eini flatari iPhone 6, men tað er á eini leið. Heilt okay, ja kanska tað. Framhaldandi gott vikuskifti, allir Wurmbrandlesarar, nátaseljarar, motorsúklueigarar og teinæringarógvarar við hesi mynd av Tinganesfestum bløðrutara.