Skip to main content

Nú skifta vit gir


Frítíðin byrjar umborð, sigur Smyril Line. So man hon eisini enda har, umborð. Eins og byrjan og endi á frítiðini verða ásett av siglingini hjá Norrønu, soleiðis er eisini við summarinum. Nú er tað endað. Eingin Norrøna kemur við húsvognum til kampingplássið sunnukvøld. Eins og veðrið, hevur ferðaætlanin slept summarinum. Restina av árinum kemur Norrøna mánamorgun. Nú síggjast bara nakrir fáir føroyskir kampingvognar, eingin útlendskur, sum er ávegis til Íslands, og púturnar á stólunum eru tiknar inn. Tað regnar og seinasta av síðsummarinum er farið. Helst er tað tað. Almannavarpið sigur, at kendasti hundur á Facebook, Mikki, er deyður. Sama er summarskráin hjá Útvarpinum. Nú skifta vit gir. Smyril Line, sum hevur slept summarinum, fer at spara, og Kringvarpið, sum hevur loftað vetrinum, fer at seta øll segl til. Nú er nokk spart.