Skip to main content

Rannvá Holm Mortensen í Galerie Focus


Leygardagin 10. september kl 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Rannvá Holm Mortensen upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn.

Tá fer Jóanes Nielsen eisini at lesa nýggjar yrkingar, sum eru viðkomandi fyri temaið á framsýningini, sum er “Havlíknilsir”.

Í tíðindaskrivi frá gallarínum verður sagt, at á framsýningini síggja vit m.a. málningar, koltekningar og gips- og træmyndir. Rannvá hevur sýnt fram ymsa staðni í Føroyum, Danmark, Íslandi, Onglandi, Fraklandi, Spania, Bulgaria og Kina.

Framsýningin hjá Rannvá í Galerie Focus verður opin til 22. september, týsdag til fríggjadag kl 15 til 18 og leygardag kl 16 til 18.

Í tíðindaskrivinum verður sagt, at Rannvá Holm Mortensen hevur nú í fleiri ár gjørt seg galdandi í listaheiminum við spennandi og fjølbroyttum myndum. Rannvá nýtir nógv ymisk tøkni og tilfar til sínar myndir, og myndevnið er eisini øðrvísi í mun til, hvat vit eru von við. Hon hevur millum annað brúkt collageformin, tað vil siga at hon hevur brúkt foto, grafikk, mála, skrava, líma og so framvgeis. Rannvá brúkar betong, leir, gips, jarn og annað tilfar.


Aftaná eitt ár í Barcelona á Metáfora International Workshop í 2014 ger hon eisini videofilmar, installasjónir og skulpturar. Ì dag stendur hon sum ein eksperimenterandi listakvinna, ið ikki er bangin fyri at ganga nýggjar leiðir, og tað kann síggjast á framsýningini í Galerie Focus leygardagin 10. september 2016.

Myndirnar hjá Rannvá eru eisini at síggja á www.galeriefocus.com, framsýning, sigur galaríið í tíðindaskrivi í dag.

Niðanfyri sæst Rannvá longst til vinstru á Várframsýningini í 2009. Tað er Ova, ið kyssir lundan mitt fyri. Hin eru frá høgru Eli Smith, Edward Fuglø og Ole Wich.