Skip to main content

Spotify fortaldi mær...


Spotify fortaldi mær í kvøld, at Søren Ulrik Thomsen er at hoyra við musikki. Akkurát sum Dan Turell, ið elskaði stórbýin. Power er heitið á tónsetta yrkingasavninum hjá Søren Ulrik Thomsen, har Det Glemte Kvarter hevur undirspælið og kontrapunktiska mótspælið í 20 sangum.


Onkuntíð bara 80’ara frambrúsandi disko, sum hjá Cliché og Lars Hug við militstrummum, og aðrar tíðir sum bland millum pornojazz úr svartfilmi og ágangandi vilmannatrummum frá Daft Punk og úr favela'ini í Rio. Gestasangarar eru Nicolai Elsberg og Maja Hartnack. Har sum yrkjarin sjálvur sleppur at lesa, sum í I ét nu, riggar tað best. Uttan fylgispæl. Orðini eru so innanímusikalsk at tey órógvast við fylgispæli. Ljóðið verður larmur, ljóð verður forstýrilsi, ljóð verður forbannilsi. Og so riggar tað aftur í løtum, bara í løtugloppum riggar tað, ljóðið og orðini. Sum at síggja Jackson Pollock til arbeiðis. Slettandi, slettandi, slettandi. Tað gevur ikki meining, at seta ljóð til. Hann eigur slettið, hann eigur pensilin, hann eigur løriftið, hann eigur hondina, hann eigur eygað, hann eigur løtuna. Alt annað er órógv. Órógv at eygleiða, órógv at hugsavna. Men onkustaðni riggar. Veit ikki heilt, nei veit ikki heilt, um poesijazzur riggar og yvirhøvur kann brúkast uttan at taka frá báðum, jazzinum og orðunum. Men onkuntíð riggar í orðatónagloppunum. Eg elski stórbýin og forfallið á bygd, har sum hundrað ára gamla kirkjan er ómannað solarium og aldri setur. Sólin. Eg elski forfallið. Men eisini Søren Ulrik. Elski hann so nógv, at eg haldi, at orðini eru nokk. Orðini á papírinum. Restin er forstýrilsi. Men sum sjov, at fáa yrkingar á pall, ja so er hetta heilt okay, Cityslang, Heimfallin og alt. Sum sjov er tað heilt okay. Men Dan Turell hevur verið har, og eg haldi ikki, at pláss er fyri øðrum í hasum ljósi í okkara tíð.