Skip to main content

Úr summardvala



Í dag lovar útvarpið sólarglottar og hita, heilt upp í fimtan stig. Helst er tað heystlýkkan, sum bretar og amerikanarar rópa indan summer, tíðin, tá lívsmátturin aftur blómar á ellisárum. Sum hjá sangaranum Kris við øllum teim góðu sangunum, men sum hjá flestu í Føroyum bara er kendur fyri ein, Why me.

Men tað sum eg eftir hesa digressión og púra óviðkomandi slank ætlaði at siga var, at nú er Útvarpið byrjað aftur. Ordiliga Útvarpið.

Fyrsta eg legði til merkis var gjøgnumarbeidda tónleikasendingin Norðurljóð, sum setir lurtaran í fokus. Ein sending, sum hevur sett sær eitt ýti og fylgir tí, alt meðan útboðið av tónleiki broytir seg á norðurlendsku grannamálunum, og vit sum lurtarar verða drignir við. Og tá ein føroyskur vinkul er til eina av norðurlendsku útgávunum, so verður hann hildin fram, føroyski vinkulin. Sum lurtari kennir tú teg undirhildnan, umhildnan og upplýstan. Ein tílík sending ríkar tín dag, serliga um endursendingin fellir á eitt tíðspunkt, har tú setir teg í bilin og koyrir heim frá arbeiði. Tá lurtar tú serliga intenst - og verður heldur ikki skuffaður tá endursent verður. Soleiðis er ein góð sending.

Ein annarleiðis framúr sending er Barnaútvarpið beint eftir Morgunlesturin, sum er untouchable, lesturin altso. Barnaútvarpið er so smittandi forvitið og óvitandi stuttligt, at hóast børn eru málbólkurin, lurti eg við, meðan eg raki mær. Hetta er fantastiskt. Smittandi ljóðmyndir av brúnni og úr galluni á Tjaldrinum og úr tyrluni í morgun eisini.

Og so er tað fótbóltstransmissiónin av Tórsvølli av einum framúr dysti, sum sjálvt eg tímdi at hyggja eftir. Eins fantastiskt sjónvarp og fótbóltur, hóast javnleik. Framúr styrki, eisini teletransmissiónin.

Men tá tíðindadeildin nevnir fyri teim vaksnu, at DR hevur hugt eftir BBC, sum hevur sagt okkurt um kjarnorkuvanda úr Sellafield í Cumbria, tá vendist alt í mær. - Skal DR, sum ikki á nakran hátt er í Norðuratlantiska streymrákinum, hjálpa okkum at skilja tað, sum BBC sigur, ella hvat? Legði DR nakað afturat tíðindunum um helst størsta kjarnorkuvandan á okkara leiðum, Sellafield? Hevði NRK verið brúkt sum refererandi sekunder kelda, so hevði eg skilt tað. Ella kanska KNR ella RÚV. Men ikki DR. Ikki á nakran hátt. Men tá somu tíðindi um Sellafield sambært DR, komu á heimasíðuna hjá KVF, tá varð parturin um DR strikaður. Tað var gott. Tað blíðkar fyri hugaðum fólki.

Myndirnar eru tiknar við iPhone í morgun.