14.9.16

Vakrasti setningur á føroyskum


Í dag er fjúrtandi september og hálvfjerðs ár síðan fólkaatkvøðuna um loysing frá Danmark, almáttuga landinum, sum varð tikið úr føroyska gerandisdegnum og føroysku tilvitskuni við bretsku hertøkuni undir krígnum.

Sæð frá mínum sjónarhorni hava Føroyar aldri flutt seg so skjótt og so langt fram á leið, sum undir bretsku hertøkuni. Aldri áður hevur eitt fólk fingið so nógv at vita so skjótt um óvæntaðar menniskjansligar relatiónar, um jazz, film og bilar, og kvinnur, ið sluppu at finna seg sjálvar. Hvat gekk fyri seg á hoyggjhúsloftunum hesa tíð, kann eg bara gita um. Men eg var ikki til tá og havi ongan rætt at hava nakra meining um tað. Og tó. Føroyar vóru í hesi nýggju og óvæntaðu støðu noyddar at definera seg sum tjóð, tí eingin hevði gjørt tað fyrr. At kroysta føroyingin at hava eina støðu um egna støðu uttan danskan undirtekst.


Var fyri viku síðan á Skjalasavninum í sambandi við eina arbeiðsuppgávu. Las í Gerðabók Føroya Løgtings um fyrsta fundin eftir fólkaatkvøðuna í seksogfjøruti, sum besserwissarar nevna stjórnarmálið og vevja inn í toku. Fundurin, hin sekstandi hetta árið, varð hildin mikudagin 18. september.

Mitt á hondskrivaðu síðuni stendur hin vakrasti setningur á føroyskum:

Síðan kunngjørdi løgtingsformaðurin tingmanningini, at Føroya fólk við fólkaatkvøðuni 14. sept. 1946 klárt hevur givið tinginum til kennar, at alt landaræði fyri Føroyum er her á landi, og at løgtingsins skylda tí er at útinna fólksins vilja.

Síðan hevur hesin setningur í Gerðabók Føroya Løgtings, og tann fólkaatkvøða, sum hann sipar til, klovið tjóðina, ikki bara í tveir, men í nógvar partar, so einki er komið burturúr, hvørki tá ella nú. Syndranarmálið hevið verið rættara heitið.


Síðst í hálvfemsunum vóru útlit fyri, at okkurt fór at henda, men gakk, tað varð ikki. Bara ung listafólk, mest tónleikarar, tóku á seg at lýsa ein føroyskan samleika, og tað gera tey enn í heimsins marglitta kóri. Í fólkasálini eru tað listafólkini, ið flyta okkum fram eftir einari gøtu, har vit eftir førimuni royna at definera føroyingin við øllum teimum fasettum, sum til eru í einum altjóðagjørdum heimi við virðing fyri øllum. Um politikararnir eisini fara at vilja medvirka í at útinna fólksins vilja, vil bara tíðin vísa. Higartil hava teir ikki gjørt tað, poltikararnir av báðum kynum og úr øllum flokkum øll hesi ár.

Fyrradagin vóru vit í miðlunum mint um eitt heilt serliga listinlært frábrigdi, sum vit í hesum høpi eisini eiga at royna at rúma. Ella sum prædikumaðurin hevði sagt: biðið fyri. Tað er uppistandsskemt frá skuffaðum føroyingum í útlegd, sum á ellisárum hava trongd at siga, at teir aldri blivu nakað, og at kollveltingin í fjara heimlandinum so púra datt niðurfyri eins og eystanfyri. Tað er sárt hjá monnum at eldast so illa, og verða so fullir av hatri, sum Virgar leggur fyri dagin í hesari vikuni við júst fólkaatkvøðuni sum alibi. Hetta er eitt postfaktuelt sjúkueyðkenni, sum onkur meira lisin og listinlærdur enn eg má fáast at greiða og granska, so vit skilja hesa happandi øði, sum er meinlík henni, ið ber hin amerikanska Trump og onnur ómenni beint fram at maktini í hesum ivasomu døgum.

Men teksturin, ið varð skrivaður í tingbókina á sekstanda fundi í nítjanhundrað og seksogfjøruti er hin vakrasti á føroyskum. Tað hevur í hálvfjerðs ár verið óloysta avbjóðingin. Á alt ov mongum økjum liva og hugsa vit enn við donskum undirteksti.