Skip to main content

Amariel og Joel í Lambagerði


Fríggjadagin 28. oktober kl 16 letur upp ein framsýning við verkum hjá Joel Cole og Amariel Norðoy í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn.

Umgyrdur av skógi, áum og opnum slættum, vaks Joel Cole upp í Shakopee í Minnesota. Listarligu møblarnir, standmyndirnar og vasarnir, sum Joel skapar, spæla við markið ímillum list og funktionalitet, og avbjóðar definitiónini av list hjá áskoðaranum.
 
”From understanding the properties of the materials used, all the way down to the cellular characteristics and longevity, to being acutely aware of the emotional state of everyone involved in the artistic process, I tend to create a story around each piece - a story that reflects not only the intent of the piece, but also a documentation of everything brought to the act of creating the final piece. I believe the process is bigger than the product,” sigur Joel Cole.

Amariel Norðoy er íðin málari og grafikari, sum vit kenna væl frá nógvum framsýningum. Útróðrarbørn, sálmar lívsins er heitið, sum hann málar út frá. Í innbjóðingini til framsýningina verður sagt, at "Tað er eyðsýnt, at tað myndlistaliga avrikið hjá Amariel Norðoy staðsetur hann, sum ein av teimum mest viðkomandi í føroyskari nútíðarmyndlist, ektaður - eldhugaður og kærleikin til ta føroysku náttúruna tryggjar útstrálingsmegina í hansara myndum. Evnini til endurnýggjan síggjast týðuliga á hesari framsýningini."

At enda í innbjóðingini siterar Galerie Focus Karsten Hoydal, sum sigur soleiðis um list: "Hann, ið vil fata list, má vera barnsligur, hetta orðið nýtt í góðari merking. Hann má vera vakin, opin fyri nýggjum kenslum, óbundin av vanahugsan, fúsur at síggja nýggj og livandi samanhang. Snøgt sagt: hann má sálarliga vera soleiðis útborin, at hann fatar, at grá hús væl fáa verið grøn"

Undir ferniseringini fríggjadagin fer Holgar Jacobsen at syngja og spæla. Framsýningin er opin til 10. november.